Víðari útbúgving eftir loknað lærutíð

Møguleikarnir eru nógvir, tá tað snýr seg um at útbúgva seg víðari eftir at hava lokið eina handverks-, handils- ella skrivstovuútbúgving. Møguleiki er fyri at útbúgva seg víðari bæði í Føroyum og uttanlands. 
Hevur ein lærlingur eina gymnasiala miðnámsútbúgving áðrenn yrkisútbúgvingina, gevur miðnámsútbúgvingin atgongd til alla útbúgvingarskipanina. Hevur ein ikki gymnasiala miðnámsútbúgving og tí ikki ávísar kravdar lærugreinar á nóg høgum støði, ber til at sleppa víðari í útbúgvingarskipanini við at taka ávís fak afturat, td. á kvøldskúla.

Er ynski um at sleppa inn á eina verkfrøðingaútbúgving, krevst ”adgangskursus til ingeniøruddannelserne”, um so er, at ein ikki hevur eina gymnasiala miðnámsútbúgving ella ikki hevur ávísar lærugreinir á einum nóg høgum stigi. Til ber at fáa fleiri upplýsingar um møguleikarnar fyri at útbúgva seg víðari í t.d. Danmark við m.a. at fara inn á heimasíðuna hjá Uddannelses Guiden.

Innan nakrar fáar útbúgvingar ber ikki til beinleiðis at útbúgva seg víðari.