Verja av persónsupplýsingum

Yrkisdepilin tekur dátutrygd og verju av persónsupplýsingum í stórsta álvara, og tiltøk eru sett í verk fyri at tryggja og verja persónsupplýsingar. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við at verja og handfara persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

Endamálið við kunningini er, at tú sum viðskiftafólk - eins og starvsfólk okkara - skalt kenna teg trygga/n. Umframt hetta, at tú fært svar uppá spurningar viðvíðkjandi dátutrygd í Yrkisdepilinum og viðvíkjandi rættindum í mun til okkara viðgerð av persónsupplýsingum. 

Viðgerð av tínum persónsupplýsingum
Hvat er endamálið og heimildin fyri viðgerð av persónsupplýsingum?
Yrkisdepilin viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær uppgávur, sum lógin áleggur stovninum. Tað kann verða ein umsókn um góðkenning av læruplássi, einum yrki, ella ein umsókn frá lærlingi um at byrja í læru, umframt aðrar uppgávur stovnurin hevur fingið álagt. 

Hvørjum upplýsingum vit hava tørv á, veldst um, hvat endamálið er við tí mynduleikauppgávu, sum vit skulu loysa. Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vit fáa viðgjørt tín fyrispurning ella títt mál. Dátuverndarlógin er lógliga viðgerðarheimildin fyri okkara innsavnan og viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Nýggju dátuverndarlógina 'Løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum' finnur tú í høgra bredda undir 'viðkomandi leinki'.

Hvør fær upplýsingarnar, og hvussu leingi verða tær goymdar?
Hvør fær upplýsingarnar?
Alt eftir hvørja viðgerð talan er um, víðarigevur Yrkisdepilin upplýsingar til:
  • dátufyritøkur, ið umsita/hýsa upplýsingum stovnsins vegna, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula,
  • almennar myndugleikar, ið viðgera upplýsingarnar til egið endamál, eitt nú Taks (fyri at avgreiða skattafrádráttin til lærlingar), ALS og Almannaverkið,
  • skúlar, har lærlingur/lærumestari ynskja, at lærlingurin skal meldast til skúlagongd
Hvussu leingi verða upplýsingarnar goymdar?
Upplýsingar, sum Yrkisdepilin er dátuábyrgdari fyri, verða goymdar, inntil tær ikki longur tæna einum sakligum endamáli. Síðan verða tær strikaðar.
Hvørji rættindi hevur tú?

Tú hevur fleiri rættindi, tá ið Yrkisdepilin viðger persónsupplýsingar um teg. Set teg í samband við okkum, um tú vilt brúka rættindi tíni.

Rættindi til kunning
Yrkisdepilin hevur skyldu til at siga tær frá, tá ið vit savna inn og viðgera persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og rættargrundarlag fyri viðgerðini.
Við hvørt er kunningarskyldan ikki galdandi. Hetta er til dømis, tá ið tú kennir upplýsingarnar frammanundan, ella tá ið tíni áhugamál at fáa upplýsingarnar mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.
 
Rættindi til innlit
Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá Yrksideplinum av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.
 
Rættindi til rætting
Tú hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar um teg rættaðar.
 
Rættindi til striking
Í serligum førum, eitt nú um persónsupplýsingarnar um teg ikki eru viðkomandi hjá okkum longur, hevur tú rætt til at fáa tær strikaðar, áðrenn tær eiga at verða strikaðar eftir vanligum reglum.
 
Rættindi til avmarkaða viðgerð
Tú hevur stundum rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Tá kann Yrkisdepilin einans viðgera tær upplýsingar, sum avmarkingin rakar, um stovnurin til dømis hevur eitt samtykki frá tær, ella um ein annar persónur skal verjast. Varðveitslan av upplýsingunum kann tó ikki avmarkast.
 
Rættindi til at mótmæla
Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum, um tú hevur eina serliga orsøk til tað.
 
Rættindi til dátuflutning
Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar tínar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði og at flyta tær frá einum dátuábyrgdara til annan uttan forðingar, um so er, at viðgerðin av persónsupplýsingunum er grundað á samtykki frá tær ella avtalu við teg. Uttan tað hevur tú ikki rætt til dátuflutning.
Hvar innsavnar Yrkisdepilin upplýsingarnar um meg, og hvat verða tær brúkar til?

Hvar innsavna vit persónsupplýsingar um teg?
Yrkisdepilin fær upplýsingar um lærling og lærumeistara, tá ið eitt lærupláss letur inn umsókn um lærlingasáttmála. Lutvíst stava tær frá øðrum mynduleikum og virkjum, til dømis frá skúla og lønarupplýsingum frá tínum arbeiðsgevara. Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit innsavna upplýsingar um teg.

Hvat verða upplýsingarnar brúktar til?
Yrkisdepilin viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær uppgávur, sum lógin áleggur stovninum.

Dátuverndarfólk (DPO)

Katrin Jacobsen, løgfrøðingur í uttanríkis- og mentamálaráðnum, teldupostur katrinj@ummr.fo, telefon 555055.

 

Hjørdis Zachariassen, KT-trygdarfólk í Yrkisdeplinum

Kærumøguleikar

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at galdandi lógir og reglur á dátuverndarøkinum verða fylgdar.
Tú kanst kæra Yrkisdepilin til Dátueftirlitið, um tú metir at stovnurin ikki hevur viðgjørt tínar persónsupplýsingar forsvarliga. Hetta gerst tú við at venda tær til:

Dátueftirlitið
Postboks 300
110 Tórshavn

Teldupostadressa: dat@dat.fo
Heimasíða: www.dat.fo