Uppgávur

Uppgávurnar hjá Yrkisútbúgvingarráðnum eru í høvuðsheitum at ráðgeva landsstýrismanninum í viðurskiftum, sum hava við yrkisútbúgvingar at gera.

Uppgávurnar eru m.a.:

  • at fylgja við samfelagsgongdini og nýggjum vinnumøguleikum, so ráðið kann ráðgeva landsstýrismanninum um, hvørjar yrkisútbúgvingar eiga at vera settar á stovn og hvørjar eiga at vera niðurlagdar ella avtiknar
  • at fylgja við verandi útbúgvingum, so at ráðið kann ráðgeva landsstýrismanninum og geva honum tilmæli um tørvin á at samskipa útbúgvingarnar betur og møguliga leggja útbúgvingar saman
  • At ráðgeva landsstýrismanninum um útbúgvingarreglur, td. hvørjar lærugreinir hoyra til ávísu útbúgvingarnar
  • At ráðgeva landsstýrismanninum um reglur, ið snúgva seg um viðurskiftir, sum hava við skúlapartin av yrkisútbúgvingunum at gera. Til dømis: próvtøkur, sveina- og yrkisroyndir, døming, burturvísing av lærlingi úr skúla, frávik, læraraførleika, skiftisreglur, oa.
  • At gera reglur um verkligu læruna
  • Tilnevna Yrkisnevndina og góðkenna viðtøkur fyri arbeiðið hjá henni