Viðtøkur

Samanseting og val av yrkisnevnd

 §1 Nevndin hevur 4 limir, ið verða valdir sambært Løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 17. mai 2011 § 22 stk 2, 3 og 4.

Stk. 2. Nevndarlimir skulu vera virknir innan yrkisútbúgvingarøkið og hava minst 5 ára starvsroyndir á økinum.

Stk. 3. Limirnir verða valdir fyri 4 ár. 

Stk. 4. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni. Arbeiðsgevaraumboð er formaður fyrru valhálvu og løntakaraumboð í seinni valhálvu. Løntakaraumboð er næstformaður í fyrru valhálvu og arbeiðsgevaraumboð í seinnu hálvu. 

Stk. 5. Tá ið nevndin viðgerð yrki, sum ikki eru  umboða av nevndarlimum í nevndini, skal nevndin eftir tørvi, innkalla umboð fyri hesi yrki, sum serkøna hjálp at luttaka í viðgerðini av viðkomandi yrki. Yrkisfeløgini eru við til at tilnevna serkøn innan avvarðandi yrki.

Stk. 6. Nevndin kann innkalla t.d. skúlaumboð, metingardómarar og faklærarar, at luttaka á nevndarfundum.

Fyrisitingin

 §2 Útreiðslurnar av yrkisnevndafyrisitingini, samsýningar og ferðaútreiðslur til nevndarlimir og serkøn verða hildnar av játtanini til Yrkisdepilin.

 Stk. 2. Avgerðir í yrkisnevndini kunnu ikki útinnast av fyrisitingini, fyrr enn 3 daga freistin at gera viðmerkingar til fundarfrásøgn er farin. Avtalað kann verða gjørd millum formann og yrkisnevndarskrivara at avgreiða skundmál innan 3 daga freistina.

 Stk. 3. Uppgávan hjá yrkisnevndaskrivaranum á fundum er at leiða fundin, skriva fundarfrásøgn og samskipa yrkisnevndaarbeiði. Hann hevur ikki atkvøðurætt, men skal luttaka á fundinum.

Stk 4. Skundmál kunna avgreiðast ígjøgum fjarsamskiftið, notat skal gerast um slík mál í hvørjum einstøkum føri, og skulu undirskrivast á næsta fundi.

Arbeiðsgongd

§3 Nevndin hevur fund eftir ásetta fundarkalendara fyri hvørja ráðsetu, ið nevndin hevur samtykt. Um neyðugt verður fundur hildin í úrtíð. 

Stk. 2. Yrkisnevndaskrivarin boðar skrivliga ella við telduposti til fundar umleið 1 viku innan ásetta fundin. Er einki mál at viðgera, verður ikki kallað inn til ásetta fundin.

Stk. 3. Um nevndarlimir meta, at tað er neyðugt við eykafundum, verður hetta fráboða yrkisnevndaskrivaranum. Yrkisnevndaskrivarin kann eisini kalla inn til eykafund, um hann metir at tað er neyðugt. 

Stk. 4. Yrkisnevndaskrivarin sendir skrá fyri fundin saman við fundarboðunum. Um nevndarlimir ynskja mál á skránna, sum ikki eru nevnd í fundarboðunum, verður hetta fráboða yrkisnevndaskrivaranum, sum síðan setir tað á skrá til fundin. Eisini verða mál, sum koma inn, eftir at skráin er farin út sett á skránna fyri fundin. Men tey mál sum eru fráboðað til fundin, eftir at fundarskráin er send út, kunna bert koma fyri á fundinum um meiriluti er í yrkisnevndini, at tey skulu viðgerðast, annars vera tey at bíða til næsta fund. 

Stk. 5. Nevndin er viðtøkufør, tá ið báðir partar hava umboð á fundinum.

Stk. 6. Um mál verða avgjørd við atkvøðugreiðslu, og tað stendur á jøvnum, tá ið atkvøtt verður, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.

Stk. 7. Nevndin hevur heimildir sambært yrkisútbúgvingarlógini, og høvuðsuppgávunar eru eftir § 23 í somu lóg.

Stk. 8. Almennar reglur um gegni og tagnarskyldu eru galdandi fyri nevndarlimirnar. Yrkisnevndarlimur er sambært fyrisitingarlógini ógegnigur, um viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella umboðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein sovorðnan áhuga.

Stk. 9. Yrkisnevndaskrivarin skal skriva frásøgn frá fundinum og senda limunum hana til góðkenningar í seinasta lagi 5 arbeiðsdagar eftir fundardagin.

Stk. 10. Hava limirnir ikki gjørt vart við seg innan 3 arbeiðsdagar, frá tí teir fingu fundarfrásøgnina, verður frásøgnin roknað sum góðkend.

Gildiskoma

§4. Hesar viðtøkur hava gildið frá 1. mars 2012.

Stk. 2. Nýggj nevnd tekur við 23. november 2011. Formans- og næstformansskifti sambært § 1. stk. 5 verður 1. desember 2013.