Til lærupláss

Fyri at seta lærling í læru, er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning.

Fyri at gerast lærupláss er avgerðandi, at fyritøkan ella stovnurin kann veita lærlingum verkligu læruna, sum hoyrir til yrki, og at útbúgvið starvsfólk innan sama yrki arbeiðir í fyritøkuni og hevur ábyrgdina av at veita nøktandi upplæring. Meiri kunning finnur tú her.

Niðanfyri hava vit savnað upplýsingar um vanlig viðurskifti ísv. setan av lærlingi og lærutíðini annars.

Læruplássgóðkenning

Hvat er okkara skylda sum lærupláss?

Arbeiðsgevari hevur skyldu til at virka fyri, at lærlingurin lærir tey lærumálini, ið eru ásett í útbúgvingarkunngerðini og at veita umstøður, ið stuðla undir læruna og trivnaðin hjá lærlinginum.

Lærumeistarin skal læra upp og vegleiða lærlinginum í teimum førum tað er neyðugt og á tann hátt tryggja, at lærlingurin hevur fingið tann neyðuga lærdómin til at standa sveinaroyndina. Hevur lærlingurin avbjóðingar, tað verið seg fakligar ella persónligar, ið ávirka starvið, hevur lærumeistarin skyldu til at tosa við lærlingin fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.

Ymisk viðurskiftir er nevnd í sáttmálanum millum partarnar og bæði lærumeistari og lærlingur hava skyldu til at at fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Harumframt er setanin av lærlinginum knýtt at einum fakfelagsøki og har hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fylgja sáttmálanum.

Yrkisútbúgvingarlógin og kunngerðin lýsa ymisk viðurskiftir, sum lærumeistarin hevur skyldu til. Lærumeistari hevur skyldu til at fylgja ásetingunum í lógarverkinum.

Fá læruplássgóðkenning

Fyri at taka lærling er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning.

Neyðugt er at søkja um læruplássgóðkenning.

Tað er Yrkisnevndin, ið góðkennir lærupláss. 

Fyri at gerast lærupláss, skal fyritøkan/stovnurin hava útbúgvið fólk, ið kann veita nøktandi upplæring.

Harumframt verður dentur lagdur á, at læruplássið kann bjóða lærlinginum tær týdningarmestu uppgávurnar, ið útbúgvingin krevur. Nærri kunning er at finna í breddanum " Gerst lærupláss

Soleiðis verður søkt um læruplássgóðkenning: 

  • Eitt komandi lærupláss útfyllir umsóknina um læruplássgóðkenning. Umsóknarbløð eru at finna í teiginum ovast " Gerst lærupláss"
  • Legg nýtt skrásetingarprógv fyri fyritøkuna/stovnin frá vinnuskránni við.
  • Legg sveinabræv/lærubræv/útbúgvingarskjøl hjá yrkislærdum á starvsplássinum við.
  • Útfyll upplýsingarblað har tað er tøkt fyri útbúgvingina.

Um einki upplýsingarblað er tøkt, skal læruplássið skriva eina stutta lýsing av hvat lærlingurin kemur at takast við. Tað kann gerast í umsóknini (skjalið ovast) ella í teldupostinum tá umsóknin verður send.

Send hesi skjøl til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo 

Lýsa eftir lærlingi áðrenn læruplássgóðkenning fyriliggur?

Til ber at lýsa eftir lærlingi áðrenn læruplássgóðkenning fyriliggur, men lærusáttmálin fær ikki gildi, fyrr enn læruplássgóðkenningin fyriliggur.

Og tilskilast má í lýsingini, at lýsingin er treytað av, at fyritøkan ella stovnurin fær læruplássgóðkenning.

 

Fyritøkan ger bert nakrar av kravdu uppgávunum - kann eg so ikki taka lærling?

Í høvuðsheitum skal læruplássið bjóða lærlingi tær týdningarmestu uppgávurnar, ið hoyra til útbúgvingina. Talan er tó altíð um eina meting, ið Yrkisnevndin ger, tá søkt verður um læruplássgóðkenning.

Yrkisnevndin kann sambært meginreglunum um góðkenning av læruplássum t.d. geva fyribils góðkenning um onkrar treytir ikki eru uppfyltar ella seta krav um útisetavirkið.

Harumframt kann atlit eisini takast til, at lærlingurin fær onkran kunnleika í skúlanum, ið hann ikki fær á læruplássinum.

Komandi lærupláss kunnu umhugsað útisetavirkið um so er, at onkur grundleggjandi førleiki manglar. Í slíkum førum er lærlingurin eitt tíðarskeið hjá øðrum læruplássið fyri at ogna sær hesar førleikar ið høvuðslæruplássið manglar.

Møguleikar fyri útisetavirki

Møguleikin fyri útsetavirkið er ásettur í reglugerðini fyri góðkenning av læruplássum.

Hesin møguleiki kann vera nýttur, um eitt lærupláss ikki í fullan mun kann bjóða lærlingi teir førleikar, ið eru ásettir í útbúgvingini. 

Tá søkt verður um góðkenning kann Yrkisnevndin seta treyt um, at ein partur av læruni fer fram á útisetavirki.

Lærupláss og lærlingar avtalað í lærusáttmálanum um lærlingur fer eitt tíðarskeið á eitt útisetavirki. 

Hvussu nógvar lærlingar kann eg taka?

Arbeiðsgevari kann taka eins nógvar lærlingar, sum hann hevur sveinar/yrkislærd í starvi, plus ein lærling afturat.

Hevur arbeiðsgevari 4 sølufólk í starvi kann hann sostatt taka 4 lærlingar + 1 - tilsamans 5 lærlingar.

Er talan um arbeiðsgevara, ið hevur ein svein í starvi, td. ein húsasmið, kann hann taka 1 lærling og tá hesin lærlingur er komin hálvan veg við læruni, kann hann taka ein lærling afturat. Tá kann arbeiðsgevari sostatt hava tveir lærlingar til ein svein, men tá skal annar lærlingurin verða komin meira enna hálvan veg við læruni.

Lærusáttmáli

Soleiðis gert tú lærusáttmála

Tá arbeiðsgevari hevur fingið læruplássgóðkenning, ber til at lýsa eftir lærlingi. Tað kann gerast øll tey vanligu støðini, umframt at arbeiðsgevarar kunnu lýsa eftir lærlingum her á síðuni.

Lærusáttmálin er at finna undir "Oyðubløð" niðast á forsíðuni. Hann kann fyllast út á telduni og síðan skrivast út til at undirskriva. Umráðandi er, at lærlingur og lærumeistari hava tosað um viðurskiftini í sáttmálanum, áðrenn hann verður undirskrivaður.

Skal lærlingurin til Danmarkar í skúla, skulu partarnir velja skúla, áðrenn sáttmálin verður góðkendur av Yrkisdeplinum. Lærupláss skulu sjálvi melda lærlingin til valda skúlan,so at skúlaskeiðini kunnu planleggjast.

Verður søkt um at stytta lærutíðina, vegna aðra útbúgving ella arbeiðsroyndir, skulu skjalprógv fylgja við, tá sáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum. Fyri at Yrkisdepilin skal góðkenna arbeiðsroyndir skal arbeiðsgevarin, har arbeiðsroyndirnar eru fingnar til vega, undirskriva skjal, við upplýsingum um:

  • til og frá dagfesting fyri setanina,
  • arbeiðstímar pr. viku og
  • eina lýsing av uppgávunum, sum lærlingurin fekst við ígjøgnum setanina.

Tá allir teigar í lærusáttmálanum eru fyltir úr, neyðug skjøl løgd við og sáttmálin er undirskrivaður av pørtunum (íroknað verja, um lærlingurin er undir 18 ár), skal hann sendast Yrkisdeplinum: yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo. Sáttmálin verður í fyrsta lagi góðkendur, tá Yrkisdepilin hevur móttikið hann.

Sáttmálin verður endaliga góðkendur og endadato ásett, tá tað er greitt, at skúlagongdin kann verða avgreidd innanfyri ásettu tíðina. Ber ikki til at gera skúlan lidnan áðrenn sáttmálin gongur út, verður sáttmálin longdur, tí lógin ásetur, at ikki kann farast upp til sveina- ella yrkisroynd uttan galdandi sáttmála.

Vegleiðing at fylla út lærusáttmála

Sáttmálapartarnir skulu útfylla alt oyðublaðið.

Vinarliga nýtið teldu ella blokkbókstavir.

Gevið gætur, at nøvn og dagfestingar mugu vera rætt skrivað.

Sáttmálin skal útfyltur og undirskrivaður sendast til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
 

Forsíðan:
Í teiginum ”Lærupláss” verður skrivað navn á virki, gøtunavn og nummar, postnummar og bygd/býur umframt Vtal, telefonnummar og teldupostadressa. Tilskilast skal eisini hvar lærustaðið er (t.d. deild, gøtunavn og gøtunr. evt. matrikulnr.) Í teiginum ”Lærling” verður skrivað navn á lærlingi (fult navn), gøtunavn, postnummar og bygd/ býur umframt P-tal, møguligt telefonnummar og teldupostadressa. Í teiginum ”Yrkisútbúgving” skrivar tú heitið á útbúgvingini, sum lærlingurin fer undir. Tað er sera umráðandi, at útbúgvingarheitið er rætt. Er skúlagongdin í Danmark, skulu møgulig sergrein og profilur í valdu útbúgving upplýsast í teigin á fremstu síðu. 

Á síðu 2, 3 og 4 eru teigarnir talmerktir og skulu fyllast út soleiðis:

1. Í teigi 1 skal upplýsast, um lærlingurin hevur lokið ávísa útbúgving eftir fólkaskúlan. Hevur lærlingur lokið SITútbúgving skal upplýsast hvørja breyt hann/hon hevur tikið. Tað verður viðmerkt í teigin ‘Lokin yrkisútbúgving’. Avrit av prógvi skal leggjast við.

2. Í teigi 2 verður upplýst, um lærlingurin hevur starvsroyndir ella ikki. Um so er, skal tað skjalprógvast á hjáløgdum fylgiskjølum.

3. Í teigi 3 verður skrivað, nær sáttmálin tekur við. Sambært ásettu reglunum kann lærutíðin í fyrsta lagi byrja tann dagin, Yrkisdepilin hevur góðkent sáttmálan. Sáttmálin skal vera Yrkisdeplinum í hendi, áðrenn lærusáttmálin kann verða góðkendur.

4. Teigur 4 er tilskilaður Yrkisdeplinum at fylla út. 5.

Í teigi 5 verður upplýst, um virkið er góðkent sum lærupláss innan yrkið, ið søkt verður um, umframt tal av yrkislærdum á virkinum. Ávísar treytir eru, ið eitt virki skal lúka sum lærupláss, har ímillum, at samsvar er millum talið av yrkislærdum og talið av lærlingum. Læruplássið skal tí upplýsa talið á yrkislærdum við somu útbúgving, sum lærlingurin fer undir. Lærlingurin, sum hesin sáttmáli fevnir um, skal íroknast talið á lærlingum.

 

6. Í teigi 6 verður upplýst um lønar og arbeiðisviðurskifti. Lønin, sum eitt lærupláss skal rinda lærlingi, skal vera ásett í lærusáttmálanum, og skal lønin í minsta lagi vera hon, ið ásett er í sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg. Set kross við galdandi lønarsáttmála. Er onnur avtala um lønina partanna millum, skal hon upplýsast. Set kross, hvørt lærlingurin fær serliga avtalaðu lønina ella vanligu sáttmálalønina meðan hann er í skúla.

7. Í teigi 7 verður tilskilað, um partur av læruni fer fram á øðrum virki. Sambært § 28 í lóg um yrkisútbúgvingar kann lærusáttmáli verða gjørdur við fleiri lærupláss, og skal tá gjølla tilskilast, hvørjum parti av útbúgvingini tað einstaka læruplássið hevur ábyrgdina av. Somuleiðis kann eitt lærupláss vegna avmarking í læruplássgóðkenningini hava skyldu at lata lærling taka ein verkligan part á øðrum læruplássi. Um so er, at ein partur av læruni verður tikin á øðrum virki/læruplássi, skal hetta greitt tilskilast her.

8. Í teigi 8 verður dagfest, nær sáttmálin er undirskrivaður av læruplássi og lærlingi. Lærusáttmálin er ikki galdandi fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið og góðkent hann.

9. Í teigi 9 ber til at gera ávísar viðmerkingar, sum sáttmálapartarnir halda hava týdning fyri sáttmálaviðurskiftini.

10. Teigur 10 er tilskilaður Yrkisdeplinum at gera viðmerkingar

Gevið gætur!
Rindið umsitingargjaldið (kr. 3.000,-) á kontu 6460-260.005.8 í BankNordik og viðmerk navnið á lærlinginum.

Gjaldið fyri lærusáttmálan skal vera Yrkisdeplinum í hendi, áðrenn góðkendi lærusáttmálin verður útflýggjaður pørtunum.

Tá viðurskifti broytast

Í lærutíðini kunnu óvæntaði viðurskifti stinga seg upp. Vit hava savnað oftast settu spurningar um hetta á hesari síðu.

Sveinur skiftir starv - hvussu við lærlinginum?

Í sáttmálanum millum partarnar er lýst, hvussu nógvar sveinar og lærlingar arbeiðsgevari hevur. Sáttmálin er góðkendur út frá hesum upplýsingunum.

Broytast viðurskiftini, so at úrslitið er at arbeiðsgevari ikki livur upp til ásetingina fyri mest loyvda talið av lærlingum í mun til talið av sveinum, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at boða Yrkisdeplinum frá broytingini. Yrkisdepilin viðger broytingina saman við arbeiðsgevaranum, har arbeitt verður við at finna eina loysn.

Barsil - hvussu við lærutíðini?

Barsil er ein orsøk til at leingja lærutíðina.

Lærupláss og lærlingur gera í hesum sambandi avtalu á eitt serligt oyðublað um at leingja lærutíðina samsvarandi. Oyðublaðið eitur umsókn um broyting í lærutíð og er at finna undir oyðibløðum.

Í hesum sambandi er neyðugt at dokumentera hví longt verður, t.d. við læknaváttan ella váttan frá barsilsskipanini. Hetta verður sent inn saman við oyðublaðnum.

Heitt verður á partarnar um at senda hetta inn, tá barsilstíðin er liðug, soleiðis at Yrkisdepilin neyvt fær at vita, hvussu nógv lærutíðin verður longd. Hetta er tó ikki galdandi um lærutíðin gongur út í barsilstíðarskeiðnum.

Ongar persónsupplýsingar skulu vera við í tí, sum sent verður inn. Koma persónsupplýsingar fyri, so er mannagongdin tann, at Yrkisdepilin strikar tað, ið verður sent inn og sendir áheitan á partarnar um at senda nýtt skjalprógv.

 

 

 

 

Tá lærlingurin ikki heldur sínar skyldur

Í flestu førum gongur tíbetur væl, tá lærlingar verða tiknir í læru. Tó eru altíð undantøk og hesi kunnu verða ógvuliga ymisk, soleiðis at ringt er at ráðgeva breitt um avbjóðingina.

Nøkur viðurskiftir gera seg tó galdandi fyri allar arbeiðsgevarar. Tá arbeiðsgevari leggur til merkis, at lærlingur ikki heldur sínar skyldur ella hevur ynski um at lærlingur broytir atferð, hevur arbeiðsgevari skyldu til at taka hetta upp við lærlingin. 

Lærlingurin hevur verið í læru undir 6 mánaðir
Hevur lærlingur verið í læru undir 6 mánaðir, ber til hjá arbeiðsgevara at uppsiga sáttmálan uttan at semja er um uppsøgnina. Vit ráa tó til, at arbeiðsgevari vísir góðan leiðslusið og gevur lærlinginum møguleika fyri at rætta upp uppá viðurskiftini, sum ynski er um at hann broytir, umframt at lærumeistari tosar við lærlingin um, hvussu tað gongur og hvør orsøkin er til, at lærlingurin misrøkir síni viðurskiftir. Seinasti útvegurin er at uppsiga sáttmálan.

Lærlingurin hevur verið í læru longri enn 6 mánaðir
Hevur lærlingur verið í læru meira enn 6 mánaðir, ber ikki til hjá arbeiðsgevara at uppsiga sáttmálan, uttan at semja er um uppsøgnina og báðir partar skriva undir.

Vit ráa tó til, at arbeiðsgevari vísir góðan leiðslusið og gevur lærlinginum møguleika fyri at rætta upp uppá viðurskiftini, sum ynski er um at hann broytir, umframt at lærumeistari tosar við lærlingin um, hvussu tað gongur og hvør orsøkin er til, at lærlingurin misrøkir síni viðurskiftir. Seinasti útvegurin er at uppsiga sáttmálan.

Sjúka - skal sáttmálin leingjast?

Sambært Yrkisútbúgvingarlógini kann hetta vera orsøk til at leingja lærutíðina. 

Lógin tilskilar hetta tó ikki sum eina treyt. Ásett er, at um lærlingurin hevur verið meiri enn 10 % burtur frá læruplássinum vegna sjúku, so kunnu lærlingur og lærupláss gera avtalu um, at leingja lærutíðina.

Lærupláss og lærlingur gera í hesum sambandi avtalu á eitt serligt oyðublað um, at leingja lærutíðina samsvarandi.  Í hesum sambandi er tó neyðugt at vátta við læknaváttan. Hetta verður sent inn saman við oyðublaðnum.

Ongar persónsupplýsingar skulu vera við í tí, sum sent verður inn.

Koma persónsupplýsingar fyri, so er mannagongdin tann, at Yrkisdepilin strikar tað ið verður sent inn og sendir áheitan á partarnar um at senda nýtt skjalprógv.

Lærusáttmálin uppsagdur - fær lærlingurin lærutíðina við sær?

Í stuttum er svarið ja. Lærlingurin fær lærutíðina við sær.

Yrkisútbúgvingarlógin tilskilar, at um lærlingur hevur lokið part av útbúgvingini frammanundan, at hann ger sáttmála, kann lærusáttmálin vanliga bert innihalda teir partar, ið mangla av verkligari læru og skúlagongd.

Her skal tó havast í huga, at um long tíð er fráliðin, er hugsandi, at onkur partur av útbúgvingini er grundleggjandi broyttur. Tá krevst ein neyvari viðger. Hetta er tó ikki vanligt.

Kann lærumeistari kalla lærling til arbeiðis, um hann er frítikin fyri part av skúlaskeiði?

Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu sínamillum um hetta, men Yrkisdepilin hevur altíð víst á, at læruplássið ikki kann krevja lærlingin til arbeiðis tá hann eigur at vera í skúla.

Orsøkin er, at verklig læra og skúli eru hvør sítt og skúlagongdin svarar til fulltíðar arbeiði.

Harumframt fær læruplássið 75 % av lønini afturgoldna fyri at lærlingurin kann røkja skúlagongdina.

Til ber hjá pørtunum sínamillum at avtala hetta, men tá skal lærlingurin á onkran hátt fáa kompensatión, t.d. vanliga løn (hægri enn lærlingaløn) ella søkt kann vera um stytting í verkligu læruni.

 

Fíggjar- og lønarviðurskiftir

Hvør rindar fyri ferðing tá lærlingurin skal í skúla?

Um lærlingurin fer uttanlands at taka sína skúlagongd, orsaka av, at hendan skúlagongd ikki er til í Føroyum, so fær læruplássið kr. 2.600 endurrindað í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeiði.

Fer skúlagongdin fram í Føroyum, so er einki ásett hesum viðvíkjandi, og er hetta tískil ein spurningur millum partarnar, ið hava gjørt lærusáttmála.

Hvør rindar fyri útgerð ísv. skúlagongd?

Læruplássini rinda fyri undirvísingartilfarið. Hetta er ásett í Yrkisútbúgvingarlógini.

Talan kann vera um bøkur o.a., tó hevur spurningurin onkuntíð tikið seg upp um teldur o.a. tílíkt.

Okkum vitandi rinda læruplássini vanliga fyri t.d. teldur, men eru ivamál um hetta krevst ein neyvari viðger av hesum. 

Hvør rindar fyri uppihald hjá lærlingi ísv. skúla?

Hetta er ein spurningur sum viðhvørt kemur fyri, men einki er ásett hesum viðvíkjandi í lóggávuni á økinum.

Okkum kunnugt rinda læruplássini tó í flestu førum fyri sjálvt uppihaldið. 

 

Lærupláss søkja um ferða- og lønarendurgjald
Læruplássið fær endurrindað part av lønini, sum tað hevur goldið lærlinginum meðan viðkomandi hevur verið í skúla. Hetta verður gjørt við at søkja um lønarendurgjald frá Yrkisdeplinum. Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum arbeiðsgevara og avvarðandi yrkisfelag, íroknað frítíðarløn.
 
Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið søkja um at fáa 2.600 kr. í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeið lærlingurin má uttanlands. Ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, hevur arbeiðsgevari ikki rætt til ferðaendurgjald. Hetta er t.d. galdandi fyri útbúgvingina til sølu- ella handilsfólk uttan sergrein.
 
Tá søkt verður um endurgjald, skal oyðublaðið "Ferða- og lønarendurgjald til lærupláss" fyllast út, undirskrivast og sendast til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
 
Legg til merkis, at freistin at søkja um ferða- og lønarendurgjald er í seinasta lagi 8 vikur eftir, at lærlingur er komin aftur av skúlaskeiði.
 
 
Eitt serligt oyðublað skal útfyllast, um skúlagongdin er í Danmark. Eitt annað um skúlagongdin er í Føroyum. Sí oyðubløð í høgra bredda á síðuni her.  
Lærlingafrádráttur

Lærlingar hava rætt til kr 50.000 í frádrátti. 

Frá 1. januar 2024 skulu lærlingar sjálvir søkja TAKS um skattafrádrátt

 TAKS sigur soleiðis á heimasíðuni (www.taks.fo):

Áðrenn 1, januar 2024 hevur Yrkisdepilin eftir umbøn frá Taks kunnað Taks um, hvør er lærlingur. Hetta varð gjørt nakrar ferðir árliga og tí var ikki neyðugt hjá lærlingi at søkja Taks um frádráttin.

Eru tíni lærlingaviðurskifti broytt, vinaliga boða okkum frá við at senda ein t-post

 

Stytting í lærusáttmála

Um lærlingur hevur tikið skúla, hevur arbeiðsroyndir og/ella hevur aðra yrkisútbúgving hevur lærlingur møguliga rætt til stytting í lærutíðini

 

Fær lærlingur stytting fyri aðra yrkisútbúgving?

Ja, men undantøk kunnu koma fyri. Lærutíðin kann ongantíð verða styttri enn 2 ár.

Sum dømi kann nevnast, at ein elektrikari, sum fer í læru sum maskinsmiður, fær 5 mánaðir stytting av lærutíðini.

Sí meira um "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála"  her

 

 

Stytting fyri arbeiðsroyndir

Um ein lærlingur hevur starvsroyndir, kann lærutíðin møguliga styttast.

Yrkisnevndin hevur ásett nakrar meginreglur, sum liggja til grund fyri møguligari stytting: 

Fult viðkomandi starvsroyndir:
2-5 ár geva 6 mánaðir stytting
Meira enn 5 ár geva 9 mánaðir stytting

Nøkulunda viðkomandi starvsroyndir:
Meira enn 5 ára starvsroyndir geva 3 mánaðir stytting

Sí meira um "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála" her.

Stytting fyri skúlaskeið og miðnám/FHS

Um ein lærlingur hevur tikið viðkomandi skúlaskeið áðrenn byrjað verður í læru, verður lærutíðin stytt.

Hevur lærlingur t.d. tikið 1. og 2. skúlaskeið, fær lærlingur 40 vikur stytting.
Hetta er nærri lýst og ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.

Lærlingar sum fara í læru á skrivstovu ella í handli, kunnu við eini miðnámsútbúgving ella FHS fáa millum 6 og 24 mánaðir stytting.

Leinging av lærusáttmála

Lærlingur og lærupláss kunnu í serligum førum gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina

 

Lærlingur stendur ikki skúlaskeið

Um lærlingur skal taka skúlaskeið umaftur, kann lærutíðin leingjast.

Hetta gerst við at senda in oyðublað "Broyting í lærusáttmála", har bæði lærlingur og lærumeistari skriva undir.

 

Finnur tú ikki svarið tú leitar eftir?

Tú kanst eisini ringja , kjatta ella skriva til okkara.

Kjatta, ring 30 65 60 ella skriva til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Vit svara allar yrkadagar frá kl. 9-15

Starvsfólk
Randi Frederiksberg Leiðari randif@yrkisdepilin.fo
Hallbera West Fulltrúi hallberaw@yrkisdepilin.fo
Hjørdis Zachariassen Vegleiðari hjordisz@yrkisdepilin.fo
Linda Michelsen Skrivstovufólk lindam@yrkisdepilin.fo