Avgerðir

24. februar 2026: Skjótari avgreiðsla av læruplássgóðkenningum
Yrkisdepilin fær loyvi til at avgreiða mál um læruplássgóðkenningar, tá øll skjøl eru innkomin og fyritøkan uttan ivamál lúkar øll krøvini. Yrkisnevndin verður kunnað til næstkomandi yrkisnevndarfund, hvørjar lærupláss góðkenningar Yrkisdepilin hevur latið síðan seinasta fund.

2. apríl 2025: Førleikameting fyri at gerast lærumeistari
Ein lærumeistari uttan yrkisprógv varð  førleikamettur og niðurstøðan var, at viðkomandi hevur allar førleikar og drúgvar royndir, og kann tí standa sum lærumeistari til skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting. 

Lærumeistarin hevur tó ikki fingið yrkisprógv, tí mett verður, at ein yrkisroynd er treyt fyri at útskriva lærubræv. 

15. oktober 2024: Skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting
Kommunur og almennir stovnar fáa framyvir játtan til skrivstovuútbúgving við sergrein innan almenna fyrisiting, men ikki fyrisiting. Eitt ummæli frá Glasir er hesum viðvíkjandi.

Eitt tilmæli frá arbeiðsbólki er frá 2019, ið mælir til at fáa skúlagongdina til almenna fyrisiting setta á stovn í Føroyum. Tilmælið liggur og bíðar hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Skriv við kunning um hetta er sent til viðkomandi stovnar.

15. oktobur 2024: Virkið skal vera virkið í minst hálvt ár, áðrenn læruplássgóðkenning kann játtast
Virkið skal hava verið virkið í minst hálvt ár ella tað, sum svarar til tveir mvg-roknskapir, áðrenn umsóknin kann játtast.

7. novembur 2023: 10 ára reglan verður avtikin
Siðvenja hevur verið innan merkantilu útbúgvingarnar, at undantak kann gerast frá treytini fyri lærumeistarar um at hava yrkisprógv, um ein hevur minst 10 ára starvsroyndir. Ein samd Yrkisnevnd avgjørdi, at hendan siðvenja verður avtikin frá 1. januar 2024. Tó er førleikameting ein møguleiki í ávísum førum.

26. oktobur 2023: Frávera vegna barsil og sjúku telur ikki við í starvsaldri
Sambært Vinnuhúsinum er lønin hjá lærlingi beinleiðis knýtt at lærutíðini.
Sum dømi kann nevnast, at lærlingur, sum er komin til 2. læruárið, tá hann fer eitt ár í barsilsfarloyvi, fær ikki løn sum 3. árs lærlingur, tá hann kemur aftur úr barsil men sum 2. árs lærlingur. Lærlingurin byrjar sostatt aftur í sama lønarflokki/ári, sum tá hann fór í farloyvi.