Førleikameting

Við førleikameting kanst tú taka eina útbúgving eftir styttri tíð enn annars. 

Ert tú 25 ár – tó 30, tá talan er um handverksútbúgvingar – hevur tú møguleika at verða førleikamett/ur. 

Øll, sum eru fylt 25 ár og hava 3 ára starvsroyndir kunnu verða førleikamett.

Fyri at verða førleikamettur innan handverksútbúgvingarnar, skalt tú vera fylt/ur 30 og hava í minsta lagi 5 ára viðkomandi starvsroyndir.

Til ber at verða førleikamett/ur til hesar útbúgvingar í Føroyum:

  • Elektrikari
  • Húsasmiður
  • Kokkahjálpari
  • Fínstálsmiður
  • Rørsmiður
  • Rør- og blikksmiður
  • Sveisari
  • Skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting

Ynskir tú at verða førleikamettur til eina yrkisútbúgving, sum hevur danska skúlagongd, so ber til at seta seg í samband við danskan skúla, fyri at fáa eina "realkompetencevurdering". 

Umhugsar tú at vera førleikamett/ur, so set teg í samband við Yrkisdepilin.

 

Hvør kann verða førleikamettur?

Øll, sum eru fylt 25 ár og hava 3 ára starvsroyndir kunnu verða førleikamett.

Ert tú 30 ár ella eldri og hevur í minsta lagi 5 ára starvsroyndir, kanst tú verða førleikamett/ur upp ímóti einari føroyskari handverkaraútbúgving.

Fyri allar aðrar útbúgvingar er 25 ára aldur og 3 ára starvsroyndir galdandi.

Ein førleikameting kann vera við til at stytta munandi um lærutíðina, um hon vísir, at tú hevur viðkomandi førleikar innan yrkið, ið tú hevur valt at útbúgva teg í.

Førleikametingin er við til at gera av, um ein persónur lýkur treytirnar fyri at fara undir ávísa útbúgving, og um persónurin møguliga kann fáa ávísan part av útbúgvingini góðskrivaðan. Hevur persónurin viðkomandi førleikar, skal hann ikki á skúlabonk at læra hesar førleikar umaftur.

Ein og hvør, sum lýkur treytirnar, kann søkja Yrkisdepilin um at verða førleikamettur. Ein førleikameting er ein tilgongd, ið fevnir um innsavnan og skráseting av upplýsingum um royndir og førleikar, ið ein umsøkjari hevur. Tað er umsøkjarin, ið hevur ábyrgdina av at útvega allar neyðugar og viðkomandi upplýsingar. Upplýsingarnar verða fingnar til vega við samrøðu, váttanum, prógvum, uppgávuloysnum o.s.fr. Ein meting verður gjørd av innsavnaðu og skrásettu førleikunum. Henda meting tekur altíð støði í einari viðkomandi føroyskari útbúgving, sum umsøkjarin ætlar sær at fara undir. Førleikametingin endar við einari niðurstøðu, sum er eitt løggildugt skjal, ið prógvar tínar førleikar.

 

Hvussu verði eg førleikamettur?

Førleikamett verður altíð upp ímóti eini útbúgvingarkunngerð. 

Ein, sum ynskir at verða førleikamettur skal senda teldupost til Yrkisdepilin.

Hví førleikameta?

Útbúgving og læring eru týdningarmiklir tættir í okkara samfelag, bæði fyri tann einstaka, fyri vinnuna og samfelagið sum heild. Tí er umráðandi, at øll tey vaksnu, sum tíðliga fóru úr skúlanum út á arbeiðsmarknaðin at royna sínar førleikar, fáa møguleika at taka eina útbúgving seinni í lívinum, um tey hava hug ella ynskja tað. Hetta er ikki altíð so lætt, sum tað kann tykjast.

Endamálið við førleikametingini er at veita vaksnum fólki førleikameting í sambandi við, at tey ynskja at fáa sær útbúgving ella at styrkja um støðu sína á arbeiðsmarknaðinum. Hetta fyri at tryggja, at tey ikki skulu ígjøgnum skipanir fyri at nema sær førleikar, sum tey longu hava.

Eitt annað endamál er, um arbeiðspláss skal hava lærling. Tí tá er krav um at hava fólk við útbúgving til at vera lærumeistari hjá lærlinginum. Ein, sum ikki hevur útbúgving, men hollar royndir, kann søkja um førleikameting og harvið fáa loyvi til at vera lærumeistari.

Førleikametingin skal gera útbúgvingina smidligari

Førleikameting snýr seg í stuttum um, at ein persónur fær mett um og viðurkent førleikar, sum hann hevur útvegað sær gjøgnum lívið, td. í útbúgvingarskipanini ella á arbeiðsmarknaðinum.

Metingin verður brúkt til at søkja inn á eina útbúgving, at fáa part av útbúgvingini góðskrivaðan, ella til at søkja starv, við møguleika fyri at styrkja sína støðu á arbeiðsmarknaðinum

Støðan við førleikameting í Føroyum
 
Mannagongd til førleikameting til hesar útbúgvingar er í umbúnaði ella settar á skrá:
  • Sølufólk
  • Bilsmið
  • Hárfríðkara
  • Alara
Hvat er førleikameting?

Hvat er førleikameting av áður vunnum førleikum?

  1. Ein tilgongd (prosess), har læringsúrtøkan (áður vunnir førleikar) hjá tí einstaka verður skrásett, samanborin við og hildin upp ímóti førleikakrøvunum í ávísari útbúgving.
  2. Ein eftirmeting av skjalprógvaðum førleikum, sum eisini kunnu verða stuðlaðir av øðrum sløgum av prógvum ella útsøgnum, so sum skrivligum avrikum, frágreiðingum, viðmælum, myndum, tekningum, samrøðum, viðkomandi uppgávum o.s.fr.
  3. Ein samsøða millum førleikametaran og tann førleikametta um áður vunnar førleikar hjá tí einstaka, ið kunnu vera av týdningi fyri úrslitið av førleikametingini.
  4. Tað er sera umráðandi, at førleikametingin tekur atlit til heildina av førleikum, bæði formligum førleikum, óformligum og ikki-formligum førleikum. Óformligir førleikar eru teir førleikar, sum ein persónur vinnur sær uttan fyri útbúgvingarskipanina, so sum arbeiðsroyndir av alskyns slag, felagsarbeiði, frítíðarvirksemi, arbeiði heima við hús o.s.fr. Ikki-formligir førleikar eru teir førleikar, sum t.d. stava frá skeiðsvirksemi og venjingum, sum verða fyriskipað uttan um útbúgvingarskipanina, og sum kunnu enda við prógvi ella luttøkuváttan.
  5. Viðurkenning av førleikum fær alsamt størri týdning fyri lond, vinnur, einstaklingar og virkir. Tí er umráðandi, at førleikametingin er gjøgnumskygd, fyri at tryggja dygdina og virðið í niðurstøðuni, ið verður orðað eftir at førleikametingin er gjørd. At førleikametingin er gjøgnumskygd merkir, at øll tilgongdin í førleikametingini verður skjalfest, serliga við tí fyri eyga, at ein møgulig kæra um niðurstøðu kann verða sett fram.
Samskipan av førleikametingini

Hvørjir stovnar/persónar standa fyri og gera førleikametingina, ið hevur til endamáls at avdúka viðkomandi førleikar og royndir innan yrkið:

  • Samskiparin og vegleiðarin, ið samskipa førleikametingina (Undirvísingarstýrið).
  • Ein faklærari innan yrkið, sum Undirvísingarstýrið hevur útnevnt eftir avtalu við skúlan, ið bjóðar útbúgvingina, t.e. Glasir og TSK.
  • Tveir faklærdir innan útbúgvingina, sum Yrkisnevndin hevur útnevnt, og sum umboða arbeiðsgevaran og fakfelagið.
Hvussu verður førleikametingin fyrireikað?

Tá Yrkisdepilin, skúlin ella Undirvísingarstýrið fær eina umsókn um førleikameting, verður ein samskipari settur at fyrireika tilgongdina. Samskiparin skal hava kunnleika til og arbeiða við førleikameting.

Samskiparin tekur støðu til, um umsøkjarin uppfyllir treytirnar fyri at verða førleikamettur. Síðan verður avgerð tikin um, hvør skúli eigur at vera við í víðari tilgongdini og heitt verður á skúlan um at útnevna faklærara til uppgávuna.

Samskiparin heitir á Yrkisdepilin um at fáa førleikametarar valdar at standa fyri førleikametingini.

Samskiparin skal vegleiða umsøkjaran í øllum liðum í tilgongdini og stuðlar umsøkjaranum at savna inn allar viðkomandi upplýsingar um førleikar og royndir hjá umsøkjaranum, sum førleikametingin skal byggja á. Samskiparin fyrireikar síðan tilfarið til førleikametararnar at taka støðu til.

Umráðandi er at fáa savnað so nógvar og viðkomandi upplýsingar sum gjørligt. Ymiskir hættir eru at skjalfesta førleikar og royndir, eitt nú við at skráseta upplýsingar í eina førleikamappu, við at brúka ein sjálvsmetingarlista, ið er gjørdur til endamálið, við prógvum, váttanum, ummælum, myndum, tekningum, umframt við verkligum uppgávum, sum faklærari og førleikametararnir meta, at umsøkjarin skal loysa, fyri soleiðis at fáa eitt betri grundarlag at byggja metingina á.
 

Grundarlagið undir førleikametingini?

Grundarlagið undir metingunum hjá faklærara og førleikametarum er regluverkið, sum útbúgvingin til føroysku yrkisútbúgvingina er fevnd av.

Talan er um hesar lógir og kunngerðir:

  • Lóg um yrkisútbúgvingar (logir.fo)
  • Kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi (logir.fo)
  • Útbúgvingarkunngerð um yrkisútbúgvingina 
  • Námsskipan fyri útbúgvinginana 
  • Lóg um førleikameting (logir.fo)
  • Kunngerð um førleikameting (logir.fo)

Tá faklærari og førleikametararnir hava fingið savnaða tilfarið til tann, sum skal vera førleikamettur, ráðleggja teir sínámillum og saman við samskiparanum, hvussu sjálv metingin fer fram, umframt hvar og nær hon fer fram.