Til førleikarametarar

Alment um førleikameting

Førleikameting er meting og viðurkenning av førleikum – bæði formligum og óformligum – ið eru vunnir í skúla, á arbeiðsmarknaði, í frítíðini og í gerandisdegnum annars.

Ein førleikameting verður altíð gjørd upp ímóti førleikakrøvunum í einari føroyskari útbúgving ella pørtum av einari útbúgving, t.d. í einari lærugrein, einari røð av lærugreinum ella einum skeiði. Ert tú 25 og hevur í minsta lagi 3 ára starvsroyndir, líkur tú treytirnar fyri at verða førleikamett/ur innan flestu føroyskar útbúgvingar.

Fyri at verða førleikamettur innan handverksútbúgvingarnar, ið fevna um húsasmið, elektrikara, bilsmið, rørsmið, maskinsmið og hárfríðkara, skalt tú vera fylt/ur 30 og hava í minsta lagi 5 ára viðkomandi starvsroyndir.

 

Hvørjir stovnar/persónar standa fyri og gera førleikametingina, ið hevur til endamáls at avdúka viðkomandi førleikar og royndir innan yrkið:

• Samskiparin og vegleiðarin, ið samskipa førleikametingina (Undirvísingarstýrið)

• Ein faklærari innan yrkið, sum Undirvísingarstýrið hevur útnevnt eftir avtalu við skúlan, ið bjóðar útbúgvingina, t.e. Glasir og TSK.

• Tveir faklærdir innan útbúgvingina, sum Yrkisnevndin hevur útnevnt, og sum umboða arbeiðsgevaran og fakfelagið.

Hvussu verður sjálv førleikametingin framd?

Grundarlagið undir metingunum hjá faklærara og førleikametarum er regluverkið.

Tá faklærari og førleikametararnir hava fingið savnaða tilfarið um tann, ið skal vera førleikamettur, ráðleggja teir sínámillum og saman við samskiparanum, hvussu sjálv metingin fer fram, umframt hvar og nær hon fer fram.

Út frá tilfarinum verður støða tikin til, hvørt umsøkjarin skal koma til eina samrøðu við faklærara og førleikametarar, soleiðis at faklærari og førleikametarar kunnu staðfesta, at upplýsingarnar, sum tann førleikametti hevur upplýst, eru veruligar og rættar.

Eru ivamál, verður tann førleikametti biðin um at svara spurningum frá faklærara og førleikametarum, ella verður biðin um at loysa ávísar viðkomandi uppgávur, sum skulu geva eina greiðari ábending um førleikarnar hjá viðkomandi innan yrkið.

 

Hvussu verður førleikametingin endaliga staðfest?

Tá endaliga niðurstøðan er undirskrivað av faklærara og førleikametarum, skal hon sendast Yrkisdeplinum, sum leggur niðurstøðuna fyri Yrkisnevndina til góðkenningar.

Tá niðurstøðan er endaliga góðkend, er hon eitt løggildugt skjal, ið tann førleikametti kann nýta sum grundarlag undir framhaldandi útbúgving. Í tann mun tað ber til og er neyðugt, kann skúlin skipa fyri serliga lagaðari undirvísing ella frálæru, sum tann førleikametti skal hava. Mest vanligt er tó, at førleikametti fylgir teirri undirvísing/frálæru, sum skúlin annars bjóðar í útbúgvingini.