Skifta útbúgving

Ert tú byrjað/ur uppá eina útbúgving, men kundi hugsað tær at skift til eina aðra, so ber til at søkja um tað. Tá verður í hvørjum einstøkum føri mett um, hvussu nógv útbúgvingarnar líkjast, áðrenn støða verður tikin til, um partar av lærutíðini og fakunum kunnu yvirførast til nýggju útbúgvingina. 

Hevur tú lærusáttmála við eina fyritøku, má hann fyrst setast úr gildi, áðrenn til ber at gera nýggjan sáttmála. Fyri at kunna seta ein lærusáttmála úr gildi eftir at 6-mánaðar royndartíðin er úti, skulu bæði lærlingurin og læruplássið skriva undir upp á, at sáttmálin verður settur úr gildi. Síðan kann lærlingur gera nýggjan lærusáttmála og byrja nýggja yrkisútbúgving.

Er samanfall ímillum gomlu og nýggju útbúgvingina, kann lærlingur søkja um góðskriving ella at fáa part av lærutíðini stytta. Hetta verður gjørt við at senda Umsókn til Yrkisdepilin