Yrkisdepilin umsitur føroysku yrkisútbúgvingarnar og er í hesum høpi bindilið millum løntakarar, arbeiðsgevarar, útbúgvingarstovnar og Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Vit veita vegleiðing til teirra, ið ynskja at gerast lærlingar, tey sum eru í læru, til læruplássini og til myndugleikar.
Yrkisdepilin heldur til á Hoydalsvegi 1.