Í lærutíðini kunnu broytingar íkoma.
Niðanfyri síggjast mest vanligu spurningar í mun til læruna, t.d. tá óvæntaðar umstøður koma fyri.
Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmálum og lønartalvum á arbeiðsmarknaðinum.
Hesar upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum og heimasíðuni hjá lønardeildini í fíggjarmálaráðnum.
Lønarásetingin verður ásett í mun til nær lærlingur hevur arbeitt sína lærutíð.
Til dømis: Um lærlingur vegna skúlagongd fær stytting í 2 ár, og útbúgvingin er ásett at verða 4 ár, so byrjar lærlingalønin á 3. ári
Lærlingar hava rætt til løn meðan teir eru í skúla. Hetta er sjálvandi treytað av, at teir hava ein galdandi lærusáttmála.
Í lærusáttmálanum er ásett hvørjum sáttmála lærlingar eru løntir sambært.
Læruplássið fær 75 % endurrindað av lønini tíðarskeiðið har teir eru í skúla.
Í hesum sambandi verður víst til galdandi lønartalvur og sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.
Tá lærusáttmáli verður gjørdur millum lærling og lærupláss verður krossur settur við tann sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, ið er galdandi fyri viðkomandi lærling og arbeiðsgevara.
Til ber at finna hesar á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum industry.fo
Og á heimasíðuni hjá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
Lærlingar hava rætt til kr 50.000 í frádrátti.
Eftir umbøn frá Taks kunnar Yrkisdepilin Taks um, hvør er lærlingur. Hetta verður gjørt nakrar ferðir árliga og tí er ikki neyðugt hjá lærlingi at søkja Taks um frádráttin.
Men onkuntíð gongur ikki sum ætlað, og tí er gott at kanna, um tú fært frádráttin. Um frádráttur ikki er givin, er at boða Taks frá.
Eru tíni lærlingaviðurskifti broytt, vinaliga boða okkum frá við at senda ein t-post
Serlig viðurskiftir fyri lærlingar, sum fáa FAS inntøku
Sambært TAKS hava lærlingar, t.d lærlingur umborð á Norrønu, rætt til lærlingafrádrátt, men ikki í FAS inntøku. Sambært § 8, stk. 2 í ásetingarlógini verður FAS-inntøka skatta við 35% av inntøkuni eftir eftirlønarfrádrátt. Teir kunnu bert fáa frádrátt fyri gjøld til eftirløn í FAS inntøku. Ongan annan frádrátt í FAS inntøku. Men um teir hava aðra inntøku, so kunnu teir fáa lærlingafrádrátt í tí inntøkuni.
Rættindir hjá lærlingum eru ásett í galdandi sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.
Til ber at venda sær til avvarðandi fakfelag fyri at fáa greiði á, júst hvørji rættindir tú hevur sum lærlingur, eitt nú undir sjúku.
Sáttmálarnir eru at finna her:
https://www.fmr.fo/fo/lonardeildin/fakfelog/
Lærlingasáttmálin https://www.industry.fo/arbeidsmarknadur/sattmalar/handverkarafeloegini/laerlingasattmalin
Sambært Yrkisútbúgvingarlógini kann hetta vera orsøk til at lærutíðin verður longd.
Lógin tilskilar hetta tó ikki sum eina treyt. Ásett er, at um lærlingurin hevur verið meiri enn 10 % burtur frá læruplássinum vegna sjúku, so kunnu lærlingur og lærupláss gera avtalu um, at leingja lærutíðina.
Lærupláss og lærlingur gera í hesum sambandi avtalu á eitt serligt oyðiblað um, at leingja lærutíðina samsvarandi. Í hesum sambandi er tó neyðugt at vátta við læknaváttan. Hetta verður sent inn saman við oyðiblaðnum.
Ongar persónsupplýsingar skulu vera við í tí, sum sent verður inn.
Koma persónsupplýsingar fyri, so er mannagongdin tann, at Yrkisdepilin strikar tað ið verður sent inn og sendir áheitan á partarnar um, at senda nýtt skjalprógv.
Barsil er ein orsøk til, at leingja lærutíðina.
Lærupláss og lærlingur gera í hesum sambandi avtalu á eitt serligt oyðiblað um, at leingja lærutíðina samsvarandi. Oyðiblaðið eitur umsókn um broyting í lærutíð og er at finna undir oyðibløðum.
Í hesum sambandi er neyðugt at dokumentera hví longt verður, t.d. við læknaváttan ella váttan frá barsilsskipanini. Hetta verður sent inn saman við oyðiblaðnum.
Heitt verður á partarnar um, at senda hetta inn tá barsilstíðin er liðug, soleiðis at Yrkisdepilin neyvt fær at vita, hvussu nógv lærutíðin verður longd. Hetta er tó ikki galdandi um lærutíðin gongur út í barsilstíðarskeiðnum.
Ongar persónsupplýsingar skulu vera við í tí, sum sent verður inn. Koma persónsupplýsingar fyri, so er mannagongdin tann, at Yrkisdepilin strikar tað ið verður sent inn og sendir áheitan á partarnar um, at senda nýtt skjalprógv.
Undir vanligum umstøðum eigur tú sum pápi ella sammóðir barsilspening í 4 vikur eftir barnsburð.Les meira á barsil.fo
Lærusáttmáli kann uppsigast einsíðis teir fyrstu 6 mánaðirnar av lærutíðini. Hetta tíðarskeið er at roknað sum royndartíð.
Eftir hetta kann sáttmáli ikki uppsigast einsíðis, men krevur at báðir partar skriva undir.
Um bert annar parturin ynskir at uppsiga sáttmálan, men hin ikki ynskir, so fyriskrivar lógin, at Yrkisnevndin skal royna semju millum partarnar.
Eydnast tað ikki Yrkisnevndini, kann málið leggjast fyri sáttmálanevndina, ið endaliga tekur avgerð um sáttmálan.
Treytin fyri at fáa lønarendurgjald er galdandi lærusáttmáli, at læruplássið rindar lærlingi sína løn meðan hann er í skúla og at lærlingur er burtur frá sínum læruplássið í samband við kravda skúlagongd.
Um sáttmálin er uppsagdur, hevur arbeiðsgevari ikki rætt til lønarendurgjald.
Um tú hevur tikið skúla, hevur arbeiðsroyndir og/ella hevur aðra yrkisútbúgving hevur tú møguliga rætt til stytting í lærutíðini. Tó kann lærutíðin ongantíð verða styttri enn 2 ár.
Ja, men undantøk kunnu koma fyri. Lærutíðin kann ongantíð verða styttri enn 2 ár.
Sum dømi kann nevnast, at ein elektrikari, sum fer í læru sum maskinsmiður, fær 5 mánaðir stytting av lærutíðini.
Sí meira um "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála" her
Yrkisnevndin hevur ásett nakrar meginreglur, sum liggja til grund fyri møguligari stytting av lærutíðini fyri arbeiðsroyndir:
Fult viðkomandi arbeiðsroyndir:
2-5 ár geva 6 mánaðir stytting
Meira enn 5 ár geva 9 mánaðir stytting
Nøkulunda viðkomandi arbeiðsroyndir:
Meira enn 5 ára arbeiðsroyndir geva 3 mánaðir stytting
Sí meira um "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála" her
Tekur tú skúlaskeið, áðrenn tú fert í læru, verður útbúgvingin stytt samsvarandi.
Hevur tú t.d. tikið 1. og 2. skúlaskeið, fært tú 40 vikur stytting. Hetta er nærri lýst og ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.
Fert tú í læru á skrivstovu ella í handli, so kann ein miðnámsútbúgving ella FHS geva millum 6 og 24 mánaðir stytting.
Tú kanst eisini ringja , kjatta ella skriva til okkara.
Kjatta, ring 30 65 60 ella skriva til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Vit svara allar yrkadagar frá kl. 9-15.