Føðsluhjálpari

Útbúgvingarlongd: 1 ár 6 mánaðir

Skúlagongd: Føroyar
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Kost- og føðslufelag Føroya
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv

Ein føðsluhjálpari lærir at gera heilsugóðan mat á eitt nú stovnum og í stórkøkum. Tú skalt gera mat til nógv fólk, og dentur verður lagdur á, at maturin sær leskiligur út.

Tú verður við í mannagongdini, ið tryggjar, at maturin er bæði heilsugóður og leskiligur, og tú kemur eisini at fáast við innkeyp, borðreiðing og upprudding.

Eisini verður frálæra givin um matin sjálvan, eitt nú haldføri og reinføri, og at brúka tey ymisku køksamboðini.

Føðsluhjálparar starvast gjarna í stórum køkum á eitt nú stovnum, sjúkrahúsum ella matstovum.

Eftir at hava fingið prógv sum føðsluhjálpari, ber til at halda fram til føðsluatstøðing. tað tekur 1 ár og 5 mánaðir afturat, býtt ímillu skúlagongd og læru á arbeiðsplássi.

Hvar er skúlagongdin?

Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd, sum fer fram á TSK í Klaksvík. Skúlagongdin er 40 vikur tilsamans og er býtt upp í tvey skúlaskeið, har 1. skúlaskeið er 20 vikur og 2. skúlaskeið er 20 vikur, íroknað 10 vikur í starvsvenjing.

Tá lærutíðin er við at vera lokin, skalt tú upp til sveinaroynd.

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla, sum er í Klaksvík. Her er eitt dømi:

Í læru

1. skeið
20 vikur

2. skeið
20 vikur

Sveinaroynd
2 vikur

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg føðsluhjálpari?

Tað eru tvær inngongdir til eina útbúgving sum føðsluhjálpari. Tú kanst antin:

  • gera sáttmála við arbeiðsgevara, ella
  • søkja inn á skúla

Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Hevur tú tikið skúlagongdina áðrenn tú gert sáttmála við lærumeistara, verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.

Inngongd við sáttmála:

Ynskir tú at gera sáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.

Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og sveinaroyndina áðrenn lærutíðin er av.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

Inngongd uttan sáttmála:

Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Tú kanst byrja eina yrkisútbúgving við at søkja inn á 1. skúlaskeið á einum av miðnámsskúlunum, sum bjóða útbúgvingina.

Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum. Vanliga liggur freistin um hálvan mars. Skúlarnir gera á hvørjum ári vart við, tá klárt er at søkja.

1. skúlaskeið tekur 20 vikur og byrjar vanliga í august á hvørjum ári. Um tú heldur fram á 2. skúlaskeiði, byrjar tað vanliga í januar og tekur eisini 20 vikur.

Tá tú hevur tikið eitt ár við skúlagongd, slepst ikki víðari, uttan at tú tá gerst lærusáttmála við eitt arbeiðspláss.

Hvat læri eg?

Næmingur, ið hevur lokið føðsluhjálparaútbúgvingina, skal hava rokkið hesum førleikamálum:

1)   Við leiðbeining siga frá um matvørur og tæna viðskiftafólki ella gestum í ymsum tænastuhøpi og søluhøpi,

2)   vitan, í sambandi við einfalda matvøruframleiðslu og matgerð, um heilsuligar og náttúrufakligar eginleikar hjá matvørum, og hvønn týdning teir hava fyri tann einstaka, framleiðaran og samfelagið,

3)   nýta rættar rávørur, tilfar, amboð, útgerð og arbeiðshættir til at greiða úr hondum einfaldar og væl lýstar arbeiðsuppgávur við røttum arbeiðslagi og handalagi,

4)   málbera seg munnliga og skrivliga á føroyskum í arbeiðshøpi og útbúgvingarhøpi,

5)   við leiðbeining nýta grundleggjandi matgerðarhættir og framleiðsluhættir og harafturat fremja innaneftirlit við støði í tilskilaðum fortreytum,

6)   við leiðbeining og við støði í føroyskari og altjóða siðvenju og menning framleiða máltíðir og veita kundatænastu og gestatænastu,

7)   við leiðbeining keypa inn og tilvirka rávørur, seta saman og matgera einfaldar rættir og matskráir. Harumframt sýna kunnleika til góðsku, útrokning, tíðarnýtslu, arbeiðsumhvørvi, arbeiðslag og handalag og

8)   byrja at nýta tær vanligastu orðingarnar til at greiða frá mati, rávørum, sensoriskari og kulinariskari góðsku.

Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsskipanini.

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, at tú:

  • Ert væl fyri – tú skalt standa og ganga nógv

  • Hevur áhuga fyri mati og heilsu

  • Hevur hug at arbeiða í køki

  • Heldur yvirlit – eisini tá ið á stendur

  • Hevur gott reinføri

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

  • Ert tilreiðar at brúka KT-amboð

Royndartíð 6 mánaðir

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss".

Ert tú 25+

Ert tú 25 ár ella eldri og hevur í minsta lagi trý ára starvsroyndir, kanst tú verða førleikamett/ur innan føðsluhjálparaútbúgvingina.

Ein førleikameting kann vera við til at stytta munandi um lærutíðina, um hon vísir, at tú hevur viðkomandi førleikar innan yrkið, ið tú hevur valt at útbúgva teg í.

Ein og hvør, sum lýkur treytirnar, kann søkja Yrkisdepilin um at verða førleikamettur. Ein førleikameting er ein tilgongd, ið fevnir um innsavnan og skráseting av upplýsingum um royndir og førleikar, ið ein umsøkjari hevur. Tað er umsøkjarin, ið hevur ábyrgdina av at útvega allar neyðugar og viðkomandi upplýsingar. Upplýsingarnar verða fingnar til vega við samrøðu, váttanum, prógvum, uppgávuloysnum o.s.fr. Ein meting verður gjørd av innsavnaðu og skrásettu førleikunum. Henda meting tekur altíð støði í einari viðkomandi føroyskari útbúgving, sum umsøkjarin ætlar sær at fara undir. Førleikametingin endar við einari niðurstøðu, sum er eitt løggildugt skjal, ið prógvar tínar førleikar.

Les meira um førleikameting innan føroysku lærlingaútbúgvingarnar aðrastaðni á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.

Set teg í samband við vegleiðingina í Yrkisdeplinum, at fáa nærri kunning um tínar møguleikar.

Løn undir útbúgving

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

 

Framtíðarmøguleikar

Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða í yrkinum, stovna egna fyritøku ella fara undir framhaldslesnað. Heldur tú fram við lesnaðinum, kann verða neyðugt at taka ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.

Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo, ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella skúlan tú umhugsar at søkja inn á, fyri at fáa neyvt svar.

Hagtøl
Sí námsskipan

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.