Bygnaður

Yrkisdepilin er bindilið millum arbeiðsmarknaðin (arbeiðsgevarar og fakfeløg) og Barna- og útbúgvingarmálaráðið á yrkisútbúgvingarøkinum, umframt at útbúgvingarstovnarnir eru hoyringspartar í skipanini. Yrkisdepilin er fyrisiting hjá ráðsskipanini (Yrkisútbúgvingarráð og Yrkisnevnd), ið hevur umboð frá arbeiðsgevarum og fakfeløgum.

Yrkisdepilin umsitur góðkenningar av arbeiðsgevarum sum lærumeistarar, lærusáttmálar og viðurskiftini kring sáttmálarnar, umframt at depilin umsitur ferða- og lønarendurgjøld til lærupláss fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið.