Alari

ÁVEGIS ÚTBÚGVING - AT BYRJA  AUGUST 2022
Útbúgvingarlongd:
 4 ár

Innskriving: Freistin at søkja er í mai 2022
Skúlagongd: Føroyar, Miðnám í Vestmanna
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Føroya Arbeiðarafelag
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv

Alarar hava ábyrgd av fiski, frá tí hann á smoltstøðini er rogn og yngul, til hann sum smolt verður settur á sjógv í aliringum, og veksur seg til búnan laks. Alarin skal tryggja, at fiskurin verður fóðraður og mennist rætt, og í samráð við leiðsluna av framleiðsluni tryggja, at fiskurin trívist væl, og at aliringurin støðugt er í góðum standi.

Alarin siglur millum land og aliringar í sergjørdum bátum við krana- og fiskaflutningsútgerð, sum alarin nýtir at taka upp og flyta alifiskin millum aliringar og virkið. Alarin brúkar eisini sergjørda tøkni til at hava eftirlit við fiskinum í aliringunum, og sum heild fær ábyrgd av, at atlit verða tikin til umhvørvið kring aliringarnar.

Aliútbúgvingin er ein samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla. Tú fært møguleika fyri at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi, og kemur at vera partur av arbeiðstoymum á virkjum, sum reka alibrúk og smoltstøðir, við støðugum atliti til burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum. Í skúla lærir tú um ástøðilig viðurskifti í samband við aling, so tú eisini mennir tín fakliga kunnleika kring aling.

Hvar er skúlagongdin?

Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd, sum fer fram á Miðnámi í Vestmanna. Skúlagongdin er 60 vikur tilsamans og er býtt upp í fýra skúlaskeið, har 1. skúlaskeið er 20 vikur, 2. skúlaskeið er 20 vikur og 3. skúlaskeið er 10 vikur. Sveinaroyndarskeiðið er 10 vikur, har lærlingarnir arbeiða við einari próvverkætlan.

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og Miðnám í Vestmanna. Her er eitt dømi:

Í læru

1. skeið
20 vikur

2. skeið
20 vikur

3. skeið
10 vikur

Sveinaroynd/
Próvverkætlan

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg alari?

Tað eru tvær inngongdir til eina útbúgving sum alari. Tú kanst antin:

  • gera sáttmála við arbeiðsgevara, ella
  • søkja inn á skúla

Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Hevur tú tikið skúlagongdina áðrenn tú gert sáttmála við lærumeistara, verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.

Inngongd við sáttmála:

Ynskir tú at gera sáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.

Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og sveinaroyndina áðrenn lærutíðin er av.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

Inngongd uttan sáttmála:

Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Tú kanst byrja eina yrkisútbúgving við at søkja inn á 1. skúlaskeið á einum av miðnámsskúlunum, sum bjóða útbúgvingina.

Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum. Vanliga liggur freistin um hálvan mars. Skúlarnir gera á hvørjum ári vart við, tá klárt er at søkja.

1. skúlaskeið tekur 20 vikur og byrjar vanliga í august á hvørjum ári. Um tú heldur fram á 2. skúlaskeiði, byrjar tað vanliga í januar og tekur eisini 20 vikur.

Tá tú hevur tikið eitt ár við skúlagongd, slepst ikki víðari, uttan at tú tá gerst lærusáttmála við eitt arbeiðspláss.

Hvat læri eg?

Næmingur, ið hevur lokið alaraútbúgvingina, skal hava rokkið hesum førleikamálum:

  1. at útinna dagliga røkt av aliverum í øllum pørtum at framleiðslugongdini, í  tráð við 
  2. galdandi regluverk, herundir fyri djóravælferð og umhvørvi.
  3. taka upp, handfara og beina fyri deyðum fiski á tryggan hátt og í mun til  galdandi
  4. regluverk.
  5. at taka royndir av fiski og fóðri, skjalfesta rakstrar- og  
  6. umhvørvisviðurskifti, og seta í verk tiltøk, ið eru grundað á eygleiðingar og  mátingar. 
  7. greiða frá og brúka framleiðslustýringar.
  8. at greiða frá prinsippunum í resirkuleringsanleggum. 
  9. optimera fóðringina og duga at nýta eina fóðurskipan.
  10. kontrollera vøkstur og menningarstig hjá aliveru.
  11. at viga aliverur fyri at finna miðalvektina.
  12. eyðmerkja sjúkutekin hjá aliverum. 
  13. greiða frá mest vanligu smittukeldunum í sambandi við fiskasjúkur og hvussu  smittuspjaðing kann fyribyrgjast.
  14. fyrireika og hjálpa við koppsetingum av aliverum. 
  15. kanna fyri parasittar og fremja eina lúsateljing.
  16. greiða frá hættum at fyribyrgja parasittum í aliringum, og at útinna  viðgerð móti parasittum.
  17. duga at handfara kóp og onnur djór, sum amast upp á alibrúk. 
  18. sóttreinsing, eftirkanna og viðlíkahalda útgerð og høli  eftir galdandi viðlíkahaldsætlan.
  19. eftirkanna og viðlíkahalda tekniska framleiðsluútgerð á einum alibrúki  sambært forskriftunum.
  20. handfara burturkast samsvarandi galdandi reglum.
  21. at brúka útgerð at lossa, lasta og sleipa í alianleggum og á alibátum á  tryggan hátt og í mun til galdandi regluverk.
  22. at greiða frá, hvussu rák, alda, veður og vindur ávirka 
  23. arbeiðsumstøðurnar á sjónum.
  24. brúka databløð fyri heilsu, trygd og umhørvi, og at nýta kravda verndar og trygdarútgerð, og at verða ílatin eftir umstøðunum.
  25. fremja arbeiðsuppgávur í alianleggum á ergonomiskt rættan hátt.
  26. eyðmerkja tey viðurskifti í framleiðslugongdini, sum serliga kunnu ávirka framleiðslukostnaðin.
  27. arbeiða sambært galdandi góðskuskipan, innaneftirliti sertifiseringskrøvum og standardum.

Førleikamálini í einstøku lærugreinunum eru ásett í námsskipanini.

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga støðisførleikarnar til hesa útbúgving, ið leggja upp til, at tú dugir:

  • at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum

  • at lesa yrkistekstir

  • at rokna

  • at arbeiða talgilt

  • at skilja lívfrøði

  • at skilja evnafrøði

Royndartíð 6 mánaðir

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss".

Skúlagongdin

 Skipan av skúlagongd og longd á skúlaskeiðum

Skúlaskeið

        Vikur

1. skúlaskeið

20

2. skúlaskeið

20

3. skúlaskeið

10

Sveinaroyndarskeiðið

10

Tilsamans

60

 

Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Lærugreinarnar eru evnafrøði C, lívfrøði C, enskt C, støddfrøði E og føroyskt E, meðan yrkislærugreinarnar eru aling av fiski, anlegg og tøkni, trygd, burðardygg framleiðsla og alibúskapur.

Møguleiki er fyri at hækka E-stigið í støddfrøði og føroyskum upp á eitt C-stig ígjøgnum útbúgvingina, um ynski er til tess.

Yvirlit og tímatal fyri allar lærugreinarnar sæst í námsskipanini fyri útbúgvingina. Námsskipanin er á veg, og verður løgd her.

Løn undir útbúgving

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

 

Framtíðarmøguleikar

Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða í yrkinum, stovna egna fyritøku ella fara undir framhaldslesnað. Heldur tú fram við lesnaðinum, kann verða neyðugt at taka ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.

Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo, ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella skúlan tú umhugsar at søkja inn á, fyri at fáa neyvt svar.

Hagtøl
Sí námsskipan

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.