Við útbúgvingarlok verður skipað fyri sveinaroynd innan handaligu útbúgvingarnar og fyri yrkisroynd innan merkantilu útbúgvingarnar. Skipað verður harumframt fyri ávegis próvtøku eftir 1. skúlaskeið við uttanhýsis meting. Sveinaroyndir og yrkisroyndir verða roknaðar sum endaliga viganin av, hvørt viðkomandi lærlingur nú hevur ognað sær teir mest týðandi førleikarnar í sínum yrki.
Samsýning til metingardómarar:
Yrkisdepilin rindar metingardómarum fyri próvdøming (sí niðast). Metingardómarar hava rætt til møguligt ferðaendurgjald ísv. próvdøming, eftir at ferðauppgerð er send Yrkisdeplinum (sí leinkju til oyðublað í høgra bredda).
Innan merkantila økið (skrivstova og handil) fáa metingardómarar samsýning eftir satsi 3 fyri 4 tímar pr. lærling íroknað fyrireiking.
Satsir:
Samsýningin er ásetta handverkaratímaløn + 60%. Fyri sveinaroynd er oftast talan um verklig roynd, próvhoyring og/ella uppgávulesing
Talan er oftst um ein fullan dag á 8 tímar. í serligum førum kann arbeiðstín verða stytti ella longri, tó í mesta lagi 4 tímar pr lærling.
Koyring í privatum bili
Tað er týdningarmikið at skilja ímillum tann almenna ferðastuðulin til arbeiðis, sum TAKS umsitur, og tær endurgjaldsskipanir fyri ferðing, sum Gjaldstovan umsitur fyri alment sett starvsfólk.
Skjalið, (EK-011-04), snýr seg um egin-koyring hjá alment settum starvsfólkum. Hetta er endurgjald fyri koyring í tænastuørindum (tænastuferðir), har starvsfólkið brúkar sín egna bil til arbeiðisuppgávur.
Hetta er ikki tað sama sum tann almenni ferðastuðulin, sum allir borgarar kunnu søkja um fyri ferðing millum heim og arbeiði. (kelda TAKS)
Tá Yrkisdepilin hevur heitt á yrkislærdan um at próvdøma í eini eftirmeting av 1. skúlaskeiði ella í einari yrkis- ella sveinaroynd, skal oyðublaðið 'Tímaseðil fyri uppgávur' fyllast út á staðnum, har royndin fer fram.
Skrivstovan á skúlanum skrivar oyðublaðið 'Tímaseðil fyri uppgávur' út og veitir læraranum, sum skal próvføra, skjalið. Lærarin hevur skjalið við til próvtøkuna, har lærari og próvdómari útfylla skjalið í felag.
Í fall próvdómari skal søkja um koyripengar skal oyðiblaðið "Ferðauppgerð" hjá Fíggjarmálaráðnum nýtast. Leinki er her á høgru síðu.
Eftir próvtøkuna letur lærarin skrivstovuni á skúlanum undirskrivaða skjalið/skjølini. Skrivstovan skannar og sendir Yrkisdeplinum skjalið og Yrkisdepilin avroknar við próvdømaran.
Til yrkis- og sveinaroyndir døma góðkendir metingardómarar úrslitið. Treytirnar fyri at vera metingardómari eru, at man hevur sveina- ella yrkisprógv innan útbúgvingina og í minsta lagi 5 ára royndir í yrkinum.