5 vikur online-skeið

Skeiðslongd: 5 vikur
Skúlagongd: Online
Eftir lokið skeið: Staðið tríggjar lærugreinar
Upptøkukrøv: Miðnám

Ert tú í læru innan handil og skrivstovu í Føroyum, og skalt taka skúlagongdina í Danmark, men hevur aðra miðnámsútbúgving enn búskaparbreyt (FHS), er neyðugt at taka tríggjar einstakar lærugreinar afturat.

Hesar tríggjar lærugreinar kunnu takast á einum online-skeiði, sum tekur fimm vikur. 

Lærlingurin hevur rætt til løn í skúlatíðini. Læruplássið hevur rætt til at fáa 75% av lønini endurrindað við at søkja Yrkisdepilin um hetta í seinasta lagi átta vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði.

Nærri kunning fæst niðanfyri.

GG! Online-skeiðið skal vera staðið áðrenn tríggir mánaðir eru farnir av lærutíðini.

Hvørjar lærugreinar skal eg taka?

Um tú lesur handil og sølu:

  • Sølubúskap C
  • Virkisbúskap C
  • Vinnurættaða lærugrein *

Um tú lesur skrivstovu:

  • Kunningartøkni C
  • Virkisbúskap C
  • Vinnurættaða lærugrein *

* Verður ásett eftir hvat tú lesur – skúlin kunnar nærri

Hvar meldi eg meg til?

Her eru tveir skúlar, ið bjóða 5 vikur online-skeið. Fylg leinkjuni við at trýsta á navn skúlans.

 

EUC Online

Tradium

 

Tá ið meldað verður til, er umráðandi at velja røttu leiðina (detail, handel ella kontor).

 

Handel: Handilsfólk og logistikkatstøðingur

Detail: Sølufólk og blómubindari

Kontor: Øll skrivstovuyrkini

Er tað fulltíðarlestur?

Ja. Talan er um fulltíðarlestur í 5 vikur, og tú hevur frí frá arbeiði hetta tíðarskeiðið.

Læruplássið hevur rætt til at fáa 75% av lønini endurrindaða við at søkja Yrkisdepilin um hetta í seinasta lagi átta vikur eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði.

Hvussu fyrigongur skeiðið?

Ein føroyingur, ið hevur tikið 5 vikur online-skúlaskeið, greiðir soleiðis frá:

Tá ið tú ert skrásett/ur til skúlaskeiðið, fært tú ein teldupost við upplýsingum um hvussu tú kanst rita inn á eina felags síðu. Hendan síðan er snúningspunktið í skúlaskeiðnum, tí her fært tú greitt yvirlit yvir hvat tú skalt lesa og nær tú skalt upp í roynd, umframt aðrar viðkomandi upplýsingar og samskifti við læraran.

Undirvísing er í 1-2 tímar einaferð um vikuna. Har kanst tú seta spurningar um tað, sum tú hevur lisið, ella fáa tað gjøllari lýst frá læraranum. Gev tó gætur, at talan er um eina skjóta gjøgnumgongd, og at tað er tín egna ábyrgd at hava lisið væl uppá. Av tí at talan er um eitt snarskeið, kann tað stundum vera nógv at lesa.

Tað er vanligt við bólkaarbeiði, har bólkarnir fáa eina skrivliga uppgávu fyri um vikuna. Hendan uppgávan skal eisini leggjast fram. Tað er hugaligari, at arbeiðið kann býtast ímillum fleiri í bólkinum, men tað er tó framvegis eins egna ábyrgd at seta seg inn í alt – eisini tann partin, sum hini í bólkinum hava átikið sær.

Skeiðið endar við einari próvtøku, har tú kanst koma upp í øllum evnunum, sum tú hevur lisið um tær fimm vikurnar. Tað er eingin fyrireikingartíð, og tú fært einki próvtal – bara eitt svar upp á um tú hevur staðið ella ikki staðið. Tó fært tú eitt próvtal fyri hvørja lærugreinina sær, mett yvir allar fimm vikurnar.