Til lærlingar

Niðanfyri eru prei til lærlingar, og frágreiðingar um viðkomandi evni.

Góð prei

Um lærlingafrádrátt

Minst til at søkja um lærlingafrádrátt.

Lærlingar hava rætt til 50.000 kr í lærlingafrádrátti árliga, av skattskyldigu inntøkuni hjá sær.  

Frádrátturin verður ikki latin sjálvvirkandi, men lærlingar mugu søkja um hetta hjá TAKS.

Sí heimasíðuna hjá TAKS fyri nærri vegleiðing um lærlingafrádrátt.

Um lønarsáttmála

Hygg í tín lærusáttmála, fyri at síggja hvørjum lærusáttmála tú verður lønt/ur eftir.

Lønin hjá lærlingum verður ásett sambært galdandi sáttmálum og lønartalvum á arbeiðsmarknaðinum.

Í lærusáttmálanum millum læruplássið og lærlingin verður avtalað, hvørjum sáttmála partarnir ganga eftir. Sáttmálin upplýsir um tínar setanartreytir, feria, frídagar, yvirtíð. v.m.

Víst verður til til galdandi lønartalvur og sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.

Fakfelagstilhoyr verður ásett av Føroya Arbeiðsgeverafelag.

Vinnuhúsið umsitur sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum, og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum umsitur sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Um royndartíð

Royndartíðin er 6 mánaðir, og tá kann lærlingur siga upp, ella verða uppsagdur, uttan grundgeving og freist.

Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina. 

Um lærlingur ella lærupláss ynskir at uppsiga lærusáttmálan eftir royndartíðina, krevst undirskrift frá báðum pørtum. Um bert annar parturin ynskir at uppsiga sáttmálan, so fyriskrivar lógin, at Yrkisnevndin skal royna semju millum partarnar.

Lønarviðurskifti

Løn í mun til lærutíð

Løn verður ásett í mun til lærutíð.

Dømi: Um lærutíðin er stytt til at vera 2 ár, og útbúgvingin er ásett at verða 4 ár, so byrjar lærlingalønin  á 3. ári.

Løn undir skúlagongd

Lærlingur hevur rætt til løn undir skúlagongd.

Í lærusáttmálanum er ásett hvørjum sáttmála lærlingurin er løntur eftir.

Lærupláss fær endurrindað 60% av lærlingalønini fyri tíðarskeiðið lærlingur hevur verið í skúla.

Løn fyri yvirtíð

Løn fyri yvirtíð skal vera sambært galdandi lønarsáttmála.

Tá lærusáttmáli millum lærling og lærupláss verður gjørdur, verður ásett hvørjum sáttmála partarnir ganga eftir.

Víst verður til til galdandi lønartalvur og sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.

Fakfelagstilhoyr verður ásett av Føroya Arbeiðsgeverafelag.

Vinnuhúsið umsitur sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum, og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum umsitur sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Lærlingafrádráttur

Minst til at søkja um lærlingafrádrátt.

Lærlingar hava rætt til 50.000 kr í lærlingafrádrátti árliga, av skattskyldigu inntøkuni hjá sær.  

Frádrátturin verður ikki latin sjálvvirkandi, men lærlingar mugu søkja um hetta hjá TAKS.

Sí heimasíðuna hjá TAKS fyri nærri vegleiðing um lærlingafrádrátt.

FAS inntøka og lærlingafrádráttur

Lærlingur, sum fær FAS-inntøku, hevur ikki rætt til lærlingafrádrátt.

Sambært § 8, stk. 2 í ásetingarlógini verður FAS-inntøka skattað við 35% av inntøkuni eftir eftirlønarfrádrátt. Lærlingur kann bert fáa frádrátt fyri gjøld til eftirløn í FAS inntøku. Hevur lærlingur aðra inntøku, so kann hann fáa lærlingafrádrátt í tí inntøkuni.

Víst verður til TAKS um spurningar eru hesum viðvíkjandi. 

Lestrarstuðul (ÚS)

Tað ber til at vera í læru og samstundis taka aðra útbúgving.

Fyri at fáa ÚS útgoldið skal lesandi tó lúka treytirnar niðanfyri. 

Lesandi hava rætt til at fáa lestrarstuðul, um lesandi lúka treytirnar fyri lestrarvirkni, sum sambært § 3, stk. 1 í løgtingslóg um lestrarstuðul er, at lesandi ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.

Víst verðurt til STUDNA um spurningar eru hesum viðvíkjandi.

Leingjan av lærutíð

Sjúka kann vera orsøk til at leingja lærutíðina. 

Um lærlingur hevur verið meiri enn 10 % burtur frá læruplássinum vegna sjúku, so kunnu lærlingur og lærupláss gera avtalu um, at leingja lærutíðina.

Hetta verður gjørt við at senda okkum eina umsókn um broyting í lærusáttmála. Umsóknin skal undirskrivast av báðum pørtum og læknaváttan sendast við.

Eru viðkvæmir upplýsingar í læknaváttanini mugu hesir yvirstrikast áðrenn tað verður sent okkum.

Umsóknarblaðið er at finna her.

Lærlingur sum er sjúkraskrivaður vinnur sær ikki starvsaldur.

Sjúka

Løn undir sjúku

Rættindir hjá lærlingi undir sjúku eru ásett í viðkomandi sáttmála.

​Fakfelagstilhoyr verður ásett av Føroya Arbeiðsgeverafelag.

Vinnuhúsið umsitur sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum, og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum umsitur sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Leingjan av lærutíð

Barsil er ein orsøk til, at leingja lærutíðina.

Lærutíðin verður longd við at senda okkum eina umsókn um broyting í lærusáttmála. Umsóknin skal undirskrivast av báðum pørtum og læknaváttan, ella váttan frá barsilsskipanini, skal sendast við.

Eru viðkvæmir upplýsingar í læknaváttanini mugu hesir yvirstrikast áðrenn tað verður sent okkum.

Umsóknarblaðið er at finna her.

Heitt verður á partarnar um, at senda hetta inn tá barsilstíðin er liðug, soleiðis at Yrkisdepilin neyvt fær at vita, hvussu nógv lærutíðin verður longd. Hetta er tó ikki galdandi um lærutíðin gongur út í barsilstíðarskeiðnum.

Lærlingur sum er í barsil vinnur sær ikki starvsaldur.

Barsil

Barsilspeningur til pápar

Pápar hava eisini rætt at fáa barsilspening, um teir lúka treytirnar.

Víst verður til barsilsskipanina.

Uppsøgn av lærusáttmála í úrtíð

Kann lærusáttmáli uppsigast í úrtíð?

Lærusáttmáli kann uppsigast einsíðis teir fyrstu 6 mánaðirnar av lærutíðini. Hetta tíðarskeið er at roknað sum royndartíð, har annar parturin kann siga sáttmálan upp uttan grundgeving og uttan freist. Skúlagongd verður ikki roknað upp í royndartíðina.

Eftir hetta kann sáttmáli ikki uppsigast einsíðis, men krevur at báðir partar skriva undir.

Um bert annar parturin ynskir at uppsiga sáttmálan, men hin ikki ynskir, so fyriskrivar lógin, at Yrkisnevndin skal royna semju millum partarnar.

Eydnast tað ikki Yrkisnevndini, kann málið leggjast fyri sáttmálanevndina, ið endaliga tekur avgerð um sáttmálan.

Hevur arbeiðsgevarin rætt til lønarendurgjald, um lærlingurin uppsigur lærusáttmálan í úrtíð?

Treytin fyri at fáa lønarendurgjald er

  • galdandi lærusáttmáli, meðan lærlingur er í skúla,
  • læruplássið rindar lærlingi sína løn, meðan hann er í skúla, og at
  • lærlingur er burtur frá sínum læruplássi í samband við kravda skúlagongd.

Stytting í lærusáttmála

Um tú hevur tikið aðra útbúgving, okkurt av skúlaskeiðunum, hevur arbeiðsroyndir og/ella hevur aðra yrkisútbúgving, hevur tú møguliga rætt til stytting í lærutíðini. Tó kann lærutíðin ongantíð verða styttri enn 2 ár.

Fer man aftur í læru innan somu útbúgving kann man fáa stytting fyri tíðina, man hevur verið í læru aðrastaðni, tá telur royndartíðin eisini við. 

Fái eg stytting fyri aðra yrkisútbúgving?

Ja, men undantøk kunnu koma fyri. Lærutíðin kann ongantíð verða styttri enn 2 ár.

Sum dømi kann nevnast, at ein elektrikari, sum fer í læru sum maskinsmiður, fær 5 mánaðir stytting av lærutíðini.

Sí meira um styttingar, í "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála" her

Stytting fyri arbeiðsroyndir

Yrkisnevndin hevur ásett nakrar meginreglur, sum liggja til grund fyri møguligari stytting av lærutíðini fyri arbeiðsroyndir:

Fult viðkomandi arbeiðsroyndir:
2-5 ár geva 6 mánaðir stytting
Meira enn 5 ár geva 9 mánaðir stytting

Nøkulunda viðkomandi arbeiðsroyndir:
Meira enn 5 ára arbeiðsroyndir geva 3 mánaðir stytting

Um tú hevur starvsoyndir, so ber til at søkja um stytting vegna arbeiðsroyndir. Váttanin er at finna  her

Sí meira um "Meginregla fyri stytting í lærusáttmála" her

Stytting fyri skúlaskeið og miðnám/FHS

Tekur tú skúlaskeið, áðrenn tú fert í læru, verður útbúgvingin stytt samsvarandi. 

Hevur tú t.d. tikið 1. og 2. skúlaskeið, fært tú 40 vikur stytting. Hetta er nærri lýst og ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.

Fert tú í læru á skrivstovu ella í handli, so kann ein miðnámsútbúgving ella FHS geva millum 6 og 24 mánaðir stytting.

Leinging í lærusáttmála

Lærlingur og lærupláss kunnu í serligum førum gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina.

Longdin á útbúgvingini, tá skúlagongdin er í Danmark
Er skúlagongdin til útbúgvingina tú tekur í føroyskum skúla, er tað føroyska kunngerðin, sum ásetir, hvussu long skúlaskeiðini eru.

Er skúlagongdin, sum hoyrir til útbúgvingina tú tekur, í donskum skúla, er tað danska kunngerðin fyri útbúgvingina, sum ásetir longdina á skúlagongdini. Í Danmark er galdandi, at tey, sum byrja eina yrkisútbúgving innan eitt ár eftir at hava lokið fólkaskúlan, skulu taka eitt skúlaskeið á 20 vikur, uttan so, at tey hava ein lærusáttmála, tá tey byrja uppá útbúgvingina. Í so fall skal ein ikki taka hetta 1. skúlaskeiðið, men byrja beinleiðis á 2. skúlaskeiði.

Allir føroyskir lærlingar hava sáttmála, áðrenn teir fara til Danmarkar í skúla og sleppa tískil undan hesum fyrstu 20 vikunum, sum danska kunngerðin nevnir 1. skúlaskeið. Tað ger, at útbúgvingarlongdin hjá føroyskum lærlingum altíð sum minimum er hálvt ár styttri, enn tað ið er lýst sum vanliga útbúgvingarlongdin á ug.dk og í donsku útbúgvingarkunngerðini.

Tá broytingar koma eftir at lærutíðin er byrjað

Lærlingur stendur ikki skúlaskeið

Um lærlingur skal taka skúlaskeið umaftur, kann lærutíðin leingjast.

Hetta gerst við at senda in oyðublað "Umsókn um broyting í lærusáttmála", har bæði lærlingur og lærumeistari skriva undir.

Hevur tú mist yrkisbrævið burtur?

Mist sveinabrævið ella lærubrævið burtur?

Soleiðis gert tú:

Send til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo 

- avrit av samleikaprógv (t.d. koyrikort) 
- upplýs hvar og nær tú hevur verið í læru

Yrkisdepilin finnur prógvið fram, og tú kanst gera avtalu um at heinta prógvið. Minst til eisni at hava samleikaprógv við.

 

Finnur tú ikki svarið, tú leitar eftir?

Tú kanst eisini ringja , kjatta ella skriva til okkara.

Kjatta, ring 30 65 60 ella skriva til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Vit svara allar yrkadagar frá kl. 9-15.

Starvsfólk
Randi Frederiksberg Stjóri randif@yrkisdepilin.fo
Hjørdis Zachariassen Vegleiðari hjordisz@yrkisdepilin.fo
Benadikta Johannesen Skrivstovufólk benadiktaj@yrkisdepiliin.fo
Súsanna Thomsen Fulltrúi og løgfrøðingur susannat@yrkisdepilin.fo
Ana Patursson Skrivstovufólk anap@yrkisdepilin.fo
Gudny D. Rasmussen Skrivstovufólk gudnyr@yrkisdepilin.fo
Hallbera West Uttanhýsis ráðgevi hallberaw@yrkisdepilin.fo