Broyta lærusáttmála

Stytting av útbúgvingartíðini

Ert tú lærlingur og ynskir styttri útbúgvingartíð enn tað sum vanligt er, kanst tú søkja Yrkisdepilin um at stytta lærutíðina. Arbeiðsgevarin skal taka undir við, at tú fært neyðuga lærdómin við styttri lærutíð. 

Oyðublað til umsókn um stytting av útbúgvingini finnur tú her.

 

Leingjan av útbúgvingartíðini

Um tað er tørvur á at hava longri útbúgvingartíð enn tað vanliga, er møguleiki fyri at søkja um leinging. 

Tak niður oyðublaðið til umsókn um leinging av útbúgving her.