Hvørji rættindi og skyldur havi eg?

Í lóggávuni er ásett, at lærupláss og lærlingar hava ávís rættindi og ávísar skyldur. Eitt nú kunnu báðir partar einsíðis uppsiga lærusáttmálan teir fyrstu 6 mánaðirnar av lærutíðini. Men av serligum týdningi annars eru sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum. Lærlingar og lærupláss eiga at kunna seg væl um ásetingarnar í teimum.