Hvat er ein lærlingaútbúgving

Ein lærlingaútbúgving verður stundum nevnd “skiftisútbúgving”. Orsøkin er, at tú ígjøgnum lærutíðina skiftir ímillum lærupláss og skúla. Á læruplássinum er endamálið, at tú ognar tær teir førleikar arbeiðslívið bjóðar, meðan skúlin í størri mun tekur sær av ástøðiliga partinum. Talan er tó um eina samanhangandi útbúgving, har ástøði og praktiskar royndir stuðla undir hvørt annað.