Góðkenningartilgongd

Yrkisútbúgvingarráðið góðkennir yrkisskeið og skeiðsrøð.

Í góðkenningini skulu førleikakrøvini hjá undirvísarum og próvdómarum vera tilskilað, krøv til útbúgvingarstað og møguligt krav um eftirmeting og møguligan avriksflutning. Góðkenning kann ógildast um treytirnar, sum eru tilskilaðar í góðkenningarskjalinum, ikki verða hildnar. 

Endamál

Yrkisskeiðini hava til endamáls:

1)   at hjálpa einstaklingum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni,

2)   at viðlíkahalda og menna verandi vinnuførleika, og

3)   at menna og viðlíkahalda ástøðiligan førleika.

Málbólkur

Yrkisskeiðini venda sær til:

1)   arbeiðarar og serarbeiðarar,

2)   starvsfólk við yrkisútbúgving,

3)   fólk við tøkningaútbúgving, og

4)   aðrar bólkar, ið kunnu javnsetast við 1), 2) og 3).

Grundarlagið undir yrkisskeið

Grundarlagið undir yrkisskeið er regluverkið fyri føroysku yrkisskeiðin, sum er fevnd av hesum lógum og kunngerðir:

  • Lóg um yrkisútbúgvingar (logir.fo)
  • Kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi (logir.fo)
  • Lóg um yrkisskeið (logir.fo)
  • Kunngerð um yrkisskeið

.

 

 

 

 

Finnur tú ikki svarið tú leitar eftir?

Tú kanst eisini ringja , kjatta ella skriva til okkara.

Kjatta, ring 30 65 60 ella skriva til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Vit svara allar yrkadagar frá kl. 9-15