08/02/2021

Yrkisdepilin sóknast eftir vegleiðara

Dámar tær væl at arbeiða í einum dynamiskum umhvørvi?

Yrkisdepilin sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum vegleiðara.

Yrkisdepilin varar av yrkisútbúgvingarøkinum og førleikametingini. Vit vegleiða arbeiðsgevarum og lærlingum, eins og teimum, ið skulu førleikametast. Harumframt vegleiða vit meistarum og lærarum, sum hava ábyrgdina av at førleikameta.

Uppgávan hjá vegleiðaranum verður at skipa vegleiðingina og kunningina til øll viðskiftafólk hjá Yrkisdeplinum, við at byggja upp góða kunning, m.a. umvegis heimasíðu, sosialar miðlar, at gera skrivligt kunningartilfar og við at skipa fyri kunnandi tiltøkum, sum hava við yrkisútbúgvingar og førleikameting at gera.

 

Uppgávurnar hjá vegleiðaranum verða m.a.:
· at vegleiða lærlingum og arbeiðsgevarum ísv. ivamál ella trupul mál og samrøður
· at vegleiða fólki, sum ynskja førleikameting
· at vegleiða og fyrireika avvarðandi útbúgvingarstovnar til skipanina við førleikameting
· at fyrireika umsøkjarar til førleikameting
· at gera kunningartilfar um yrkisútbúgvingarmøguleikar og førleikameting
· at arbeiða við og menna heimasíðuna og profilin hjá Yrkisdeplinum á sosialu miðlunum við vegleiðing og kunning fyri eyga
· at skipa fyri kunnandi átøkum

 

Førleikakrøv
Rætti umsøkjarin hevur útbúgving sum útbúgvingar- og yrkisvegleiðari ella hevur staðið aðra hægri viðkomandi útbúgving.

Harumframt vænta vit, at tú:
· dugir at bera uppgávur á mál
· hevur hollar førleikar í føroyskum og dugir væl at samskifta í skrift og talu á norðurlendskum og enskum
· hevur førleikar til og dugir at lurta eftir og at vegleiða fólki
· hevur førleikar innan ella royndir við kunning og samskifti, eins og kunnleika til kunningar- og samskiftistøkni
· ert tænastusinnað/-ur og dugir væl at fara við fólki
· dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
· dámar væl avbjóðingar og trívist við, at nógv er at gera
· ert jalig/-ur av lyndi
· ert ábyrgdarfull/-ur og nærløgd/nærlagdur

 

Vit bjóða
Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at bróta upp úr nýggjum og har menningarmøguleikarnir eru góðir.

Starvið hevur nógvar skiftandi uppgávur og krevur nógv samskifti, bæði innanhýsis og úteftir.

 

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF, Akademikarafelagið ella Starvsmannafelagið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til: randif@yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. februar 2021, og starvið verður sett skjótast til ber.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er tú væl komin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg, leiðara í Yrkisdeplinum, á tlf. 212000.

Yrkisdepilin sóknast eftir vegleiðara