Afturmeldingar frá tiltakinum vóru jaligar og vísa okkum á, at slíkt tiltak er viðkomandi.
Endmálið við tiltakinum var, umframt at hjúkla um lærlingarnar, eisini at geva teimum møguleika at knýta bond til aðrar lærlingar og at geva teimum viðkomandi kunning.
Vertirnir, Liljan og Heri, settu sín serliga dám á kvøldið og skipað var fyri kappingum, sum skaptu lív og góðan stemning.
Tað er umráðandi, at lærlingar, sum eru i læru, kenna skipanina, soleiðis at um okkurt óvæntað stingur seg upp, skulu teir vita, at tað ber til at fáa vegleiðing frá Yrkisdeplinum.