Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar. FHS og 7 vikur skúlagongd býtt í styttri skeið
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Samverk
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: 2 ár
Útbúgvingarlongd við øðrum miðnámi: 2 ár 6 mánaðir / 2 ár og 12 vikur
Útbúgvingarlongd við FHS: 3 ár
Útbúgvingarlongd við 9. flokki: 4 ár
Eftir lokna útbúgving: Lærubræv
Vanlig skrivstovuútbúgving innan fyrisiting kann takast á Glasi. Allar aðrar skrivstovuútbúgvingar krevja danska skúlagongd, sí nærri lýsing av skrivstovuútbúgvingunum við sergrein í vinstra bredda.
Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Tú lærir um samband við kundan og tænastu, hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniarki og øðrum KT-skipanum.
FHS
Í skúla
Í skúla
Í skúla
Yrkisroynd
Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.
Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.
Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.
Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.
Tað eru tvær inngongdir til eina útbúgving sum skrivstovufólk. Tú kanst
Til ber at taka útbúgvingina uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Sí upplýsingar um longd á útbúgving ovast á hesari síðuni, um tú hevur eina gymnasiala útbúgving, áðrenn læran byrjar.
Inngongd við sáttmála:
Ynskir tú at gera sáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.
Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt í lógarverkinum, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og yrkisroyndina.
Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið. Nógvir lærumeistarar ynskja, at tú hevur tikið part av skúlagongdini áðrenn tú byrjar í læru.
Inngongd uttan sáttmála:
Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Tú kanst byrja uppá eina yrkisútbúgving við at søkja inn á miðnám á einum av miðnámsskúlunum.
Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum. Vanliga liggur freistin um hálvan mars. Skúlarnir gera á hvørjum ári vart við, tá klárt er at søkja.
Útbúgvingarnar á miðnámsskúlunum byrja vanliga í august á hvørjum ári.
Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann skal duga:
1) At meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt og úrslitagott,
2) at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar,
3) at nýta teldutøkni á skynsaman hátt,
4) at greiða úr hondum uppgávur sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, at samstarva við onnur og taka samábyrgd av fyrisitingarligum arbeiðsháttum,
5) at veita góða tænastu og at greiða úr hondum uppgávur samsvarandi mannagongdum og góðskukrøvum,
6) at greiða úr hondum uppgávur við støði í fatan av umhvørvis-, heilsu- og trygdarásetingum í arbeiðsumhvørvislógini,
7) at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting, samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði, og
8) at greiða úr hondum tænastu- og miðlauppgávur innanhýsis eins og uttanhýsis út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.
Á læruplássinum
Búskapur og roknskapur
Lærlingur og lærupláss velja í minsta lagi 4 av hesum
01) Bóka í mun til kontoplan og konteringsvegleiðingar.
02) Avstemming.
03) Luttekur í samband vid gerð av ársroknskapi/kvartalsroknskapi.
04) Løn og lønarflytingum.
05) Gera faktura, viðgera og hava eftirlit við debitorum - skuldarum.
06) Viðgera og hava eftirlit við kreditorum - ognarum.
Lærlingur og lærupláss velja í minsta lagi 4 av hesum
01) Luttaka í gerð av fíggjarætlan.
02) Luttaka í eftirlitið við, um fíggjarætlanin heldur.
03) Tollviðgerð.
04) Finna lyklatøl.
05) Útvega dátur ella tilfar til eina ársfrásøgn.
06) Arbeiða við lønar- og sáttmálaviðurskiftum.
Fyri MVG skyldugar fyritøkur/stovnar
01) Arbeiða við mvg roknskapi.
Samskifti og tænasta
Lærlingur og lærupláss velja í minsta lagi 4 av hesum:
01) Veita góða kunda- og/ella borgaratænastu.
02) Munnligt og skrivligt samskifti við støðið í kunnleika til fyritøkuna/stovnin/felagskapin.
03) Samskipan, t.d. fundir, tiltøk, projekt, starvsfólkatiltøk o.a.
04) Uppseting av formellum brøvum/teldupostum.
05) Veita vegleiðing í mun til fyritøku/stovn/felagskap, t.d. til kundar, borgarin, starvsfólk, brúkarar ella onnur.
Í minsta lagi 1 av hesum:
01) Skriva fundarfrásagnir.
02) Arbeiða við internum skipanum, t.d. HR skipanum, starvsfólkahondbók.
03) Sølusamskifti.
04) Logistikki.
KT - Kunningar tøkni
Lærlingur og lærupláss velja í minsta lagi 2 av hesum
01) Arbeiða við viðkomandi KT-skipanum.
02) Arbeiða við bókhaldskipan.
03) Teldupostskipan.
04) Arbeiða við grundleggjandi hentleikum í einum skriviforriti og einum rokniark
Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.
Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.
Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.
Áðrenn lærlingurin skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú:
Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.
Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.
Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.
Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.
Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.
Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.
Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.
Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.
Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:
Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.
Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss".
Skrivstovu við sergrein í fyrisiting
Útbúgvingin tekur 4 ár, og er býtt sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.
Skúlagongdin í útbúgvingini er tilsamans 47 vikur, og er lutað sundur í eitt grundskeið á 40 vikur (sum er ein full FHS útbúgving) og eitt høvuðsskeið, sum svarar til 7 vikur ella 30 undirvísingardagar, sum vanliga liggja seinasta árið í útbúgvingini. Høvuðsskeiðið er íroknað yrkisroynd, sum er ein vika, tó uttan undirvísing.
FHS
Grundskeiðið er skipað sum FHS. Lærlingurin skal hava staðið grundskeiðið, áðrenn hann kann byrja á høvuðsskeiðnum.
Lærlingur, sum hevur annað miðnámsprógv enn búskaparbreyt, skal taka hesar lærugreinarnar í lærutíðini:
1)Vanlig skúlagongd:
Lærugreinarnar kunnu takast á einum miðnámsskúla í Føroyum. Tá er lærutíðin 2 ár og 6 mðr.
2) Onlineskeið
Tríggjar av lærugreinunum (Kunningartøkni C, Virkisbúskap C og vinnurættaðu) kunnu eisini takast sum eitt 5 vikur online-skeið.
Tann fjórða lærugreinin, sølubúskap C skal takast á einum miðnámsskúla í Føroyum.
Les um 5 vikur online-skeið her.
Tá er lærutíðin 2 ár og uml. 11 vikur (5 vikur og 1½ mð).
Lærugreinarnar skulu takast í lærutíðini. Um skúlatímar liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð, skal lærlingurin hava fríð samsvarandi.
Lærlingurin skal sjálvur melda seg til merkantilu lærugreinarnar.
Yvirlit og tímatal fyri allar lærugreinar sæst í námsskipanini (sí leinki niðanfyri).
Ert tú 25 ár ella eldri og hevur í minsta lagi trý ára starvsroyndir, kanst tú verða førleikamett/ur innan skrivstovuútbúgving.
Ein førleikameting kann vera við til at stytta munandi um lærutíðina, um hon vísir, at tú hevur viðkomandi førleikar innan yrkið, ið tú hevur valt at útbúgva teg í.
Ein og hvør, sum lýkur treytirnar, kann søkja Yrkisdepilin um at verða førleikamettur. Ein førleikameting er ein tilgongd, ið fevnir um innsavnan og skráseting av upplýsingum um royndir og førleikar, ið ein umsøkjari hevur. Tað er umsøkjarin, ið hevur ábyrgdina av at útvega allar neyðugar og viðkomandi upplýsingar. Upplýsingarnar verða fingnar til vega við samrøðu, váttanum, prógvum, uppgávuloysnum o.s.fr. Ein meting verður gjørd av innsavnaðu og skrásettu førleikunum. Henda meting tekur altíð støði í einari viðkomandi føroyskari útbúgving, sum umsøkjarin ætlar sær at fara undir. Førleikametingin endar við einari niðurstøðu, sum er eitt løggildugt skjal, ið prógvar tínar førleikar.
Les meira um førleikameting innan føroysku lærlingaútbúgvingarnar undir leinkinum "Førleikameting".
Set teg í samband við vegleiðingina í Yrkisdeplinum, at fáa nærri kunning um tínar møguleikar.
Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.
Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.
Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.
Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.
Útbúgvingin í Danmark varð fyri nøkrum árum síðan gjørd um, soleiðis at útbúgvingin nú er ein tvungin EUX, sum er ein útbúgving, ið bæði er ein gymnasial útbúgving og ein yrkisútbúgving í einum.
Tí er ymiskt, hvat tú hevur atgongd til av víðari lestri, alt eftir, um tú hevur eina útbúgving eftir gomlu ella nýggju kunngerðini fyri útbúgvingina.
Ert tú liðugt útbúgvin innan hesa útbúgvingina og ynskir at fara undir víðari útbúgving, ert tú væl komin at venda tær til Vegleiðingarstovuna: www.vegleiding.fo
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum skrivstovufólk innan fleiri ymsar yrkisgreinar, treyta av valdu sergrein
Skrivstovuútbúgvingin gevur beinleiðis atgongd til víðari lestur á hægri nám. Les meira á Glasir, sí her
Skrivstovuútbúgvingin gevur eisini møguleika fyri víðari lestri uttanlands ella sum fjarlestur. Meiri kunning um hetta fæst við at venda sær til lestrarvegleiðara á Vegleiðingarstovuni ella við at lesa um "Kontoruddannelsen" á www.ug.dk
Verður uppdaterað sjálvvirkandi vikuliga
Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.