Ambulansuviðgeri

Danskt heiti: Ambulancebehandler

Útbúgvingarlongd: 4 ár og 1 mánaður

Skúlagongd: Danmark. Grundskeið (GF2) 14 vikur og høvuðsskeið 49 vikur, býtt á umleið 7 skúlaskeið.

Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk). 2 í donskum og støddfrøði.
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Starvsfelagið
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
 

Hvar er skúlagongdin?

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark. Niðanfyri síggjast skúlarnir, har verandi lærlingar taka skúlagongdina.
 

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Av tí at skúlagongdin til útbúgvingina er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fæst at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan. Vísingin av býtinum ímillum skúla og læru niðanfyri er tí einans eitt dømi uppá, hvussu tú skiftir ímillum skúlagongd og læru.

Í læru

GF2

Í skúla

Sveinaroynd

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg ambulansuviðgeri?

Tað eru tvær inngongdir til eina útbúgving sum skrivstovufólk. Tú kanst 

  • gera sáttmála við arbeiðsgevara/sjúkrahús
  • søkja inn á skúla

Til ber at taka miðnámsútbúgving (gymnasiala útbúgving) uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Sí upplýsingar um longd á útbúgving ovast á hesari síðuni, um tú hevur eina gymnasiala útbúgving, áðrenn læran byrjar.

 

Inngongd við sáttmála:

Ynskir tú at gera sáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.

Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt í lógarverkinum, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og yrkisroyndina.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið. Nógvir lærumeistarar ynskja, at tú hevur tikið part av skúlagongdini áðrenn tú byrjar í læru.

 

Inngongd uttan sáttmála:

Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Tú kanst byrja uppá eina yrkisútbúgving við at søkja inn á miðnám á einum av miðnámsskúlunum.

Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum. Vanliga liggur freistin um hálvan mars. Skúlarnir gera á hvørjum ári vart við, tá klárt er at søkja.

Útbúgvingarnar á miðnámsskúlunum byrja vanliga í august á hvørjum ári.

Tá tú hevur tikið EUX-partin av útbúgvingini, slepst ikki víðari, uttan at tú gerst lærusáttmála við eitt arbeiðspláss.

Hvat læri eg?

Skúlagongdin, ið hoyrir til útbúgvingina er í Danmark. Tað merkir, at alt lógarverkið, ið lýsir, hvat útbúgvingin inniheldur, er gjørd av donskum myndugleikum.

Hevur tú hug at lesa meira um útbúgvingina, ber til at leita sær meira vitan við at vitja www.ug.dk og leita eftir "ambulancebehandler" ella við at trýsta á leinkjuna ovarliga til høgru.

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú:

  • Ert sálarliga heilsusterk/ur, tí tú skalt arbeiða við sjúkum, sálarliga óstøðugum, kreppuraktum ella doyggjandi fólki
  • Ert væl fyri likamliga
  • Ert sinnaður at hava tætt samband við onnur
  • Ert ábyrgdarfull/ur, árvakin og varin
  • Ert tænastusinnað/ur og dugur at tosa við ymisk fólk
  • Umhugsin fyri øðrum
  • Ert praktisk/ur og loysnirættaður
  • Ert sinnað/ur at arbeiða uttandura
Royndartíð 6 mánaðar

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss". 

Skúlagongdin

Av tí at skúlagongdin er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Fyri neyvari upplýsningar sí www.ug.dk og leita eftir "Ambulancebehandler", ella sí leinkju í høgra bredda.

Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt fæst at vita, tá lærlingurin er tilmeldað/ur danska skúlan.

Ert tú 25+

Donsku skúlarnir kunnu gera eina førleikameting (realkompetencevurdering, stytt RKV) av lærlingum, og um skúlin metir, at lærutíðin skal styttast, kanst tú senda eina umsókn um stytting til Yrkisdepilin/Yrkisnevndina.

Royn amboðið her, sum kann geva tær eina ábending um, hvussu nógva stytting tú kanst fáa. 

GG: Amboðið er vegleiðandi, og í síðsta enda er tað Yrkisdepilin, sum ásetur lærutíðina.

Donsk skúlagongd - hvar búgvi eg?

Danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.

Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum. Lønardeildini: www.fmr.fo.

 
Søgulig gongd

Tilmæli um at seta yrkisútbúgvingina sum ambulansuviðgera á stovn, varð orðað á sumrið 2024 og hevur  Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum góðkent og lýst hesa í kunngerð 26. augsut 2024. 

Kunngerð nr. 17 frá 14. februar 2023 um sáttmálaskylduga yrkisútbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal

Ert tú liðugt útbúgvin innan hesa útbúgvingina og ynskir at fara undir víðari útbúgving, ert tú væl komin at venda tær til Vegleiðingarstovuna: www.vegleiding.fo

 

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.