Anlegssmiður

Danskt heiti: Anlægsstruktør

Útbúgvingarlongd: 3 ár og 9 mánaðir

Skúlagongd: Danmark. Íalt 50-55 vikur, býttar á 7 skúlaskeið.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv 

Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.

Byggismiðir, anlegssmiður og steinsetari taka sama 1. skúlaskeið.

Ein anlegssmiður (eisini nevnt verklagssmiður) syrgir fyri, at alt er klárt til bygging. Jørðin skal gravast, flytast og slættast, og tað skal leggjast dren og grund.

Útbúgvingin endar við eini sveinaroynd. Tí er lærutíðin 3 ár og millum 6 og 12 mðr. 

Hvar er skúlagongdin?

Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd, sum fyri hesa útbúgvingina fer fram á donskum skúla. Í yvirlitinum niðanfyri sæst, hvørjum donskum skúlum føroyskir lærlingar hava gingið á seinastu árini. 

Sí danskir skúlar her 

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Vísingin av býtinum ímillum skúla og læru niðanfyri er eitt dømi uppá, hvussu tú skiftir ímillum skúlagongd og læru. Les meira undir "Skúlagongdin".

Í læru

1. skeið
20 vikur

2. skeið
20 vikur

3. skeið
10 vikur

Sveinaroynd
5 vikur

Hvat er ein yrkisútbúgving?

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu gerist eg anlegssmiður?

Tað eru tvær inngongdir til útbúgvingina. Tú kanst antin:

  • gera sáttmála við arbeiðsgevara, ella
  • søkja inn á skúla í Danmark

Til ber at taka 1. og 2. skúlaskeið (grundforløb 1 og 2) uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara, um tú ynskir at læra í Føroyum. Hevur tú tikið skúlagongdina, áðrenn tú gert sáttmála við lærumeistara, verður samlaða sáttmálatíðin stytt við 40 vikunum fyri 1. og 2. skúlaskeið.

 

Inngongd við sáttmála:

Ynskir tú at gera sáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.

Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og sveinaroyndina áðrenn lærutíðin er av.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið.

 

Inngongd uttan sáttmála:

Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Av tí at skúlagongdin til útbúgvingina er í Danmark, kanst tú kunna teg meira um útbúgvingina á www.ug.dk.

Ert tú longu knýtt/ur at einum føroyskum skúla, kanst tú seta teg í samband við ein vegleiðara á skúlanum.

Ert tú ikki knýttur at einum skúla, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo.

Hvat læri eg?

Skúlagongin, ið hoyrir til útbúgvingarnar, er í Danmark. 

Tað merkir, at alt lógarverkið, ið lýsir, hvat útbúgvingin inniheldur, er gjørd av donskum myndugleikum.

Hevur tú hug at lesa meira um útbúgvingarnar innan struktøryrkið, ber til at leita sær meira vitan við at vitja www.ug.dk og leita eftir "Anlægsstruktør, bygningsstruktør og brolægger" ella við at trýsta á leinkjuna ovarliga til høgru.   

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, at tú:

  • Ert kropsliga nóg væl fyri til kropsliga hart arbeiði

  • Ert arbeiðssam/ur og hevur hug til tað handaliga

  • Ert tilreiðar at arbeiða uttandura

  • Megnar at loysa ymiskar arbeiðsuppgávur

  • Hevur eyga fyri rúmum og at tilevna

  • Dugir at fyriskipa og ráðleggja virksemi

  • Megnar at arbeiða í arbeiðsbólkum og samstarva við aðrar yrkisbólkar

  • Ert tilreiðar at arbeiða ymisk støð

  • Kennir reglurnar í yrkinum og brúkar tær í starvinum

  • Hevur áhuga í KT og tøkni

Royndartíð 6 mánaðir

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss". 

Skúlagongdin

Av tí at skúlagongdin er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Fyri neyvari upplýsningar sí www.ug.dk og leita eftir "Anlægsstruktør, bygningsstruktør og brolægger", ella sí leinkju í høgra bredda. 

Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt fæst at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan.

Føst tíðaráseting av sveinaroynd fyri anlegssmið
Føst tíðaráseting av sveinaroynd fyri byggismið
Føst tíðaráseting av sveinaroynd fyri steinsetara
 

 

Ert tú 25+

Donsku skúlarnir kunnu gera eina førleikameting (realkompetencevurdering, stytt RKV) av lærlingum, og um skúlin metir, at lærutíðin skal styttast, kanst tú senda eina umsókn um stytting til Yrkisdepilin/Yrkisnevndina.

Royn amboðið her, sum kann geva tær eina ábending um, hvussu nógva stytting tú kanst fáa. 

GG: Amboðið er vegleiðandi, og í síðsta enda er tað Yrkisdepilin, sum ásetur lærutíðina.

Donsk skúlagongd - hvar búgvi eg?

Allir danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.

Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.

Nýggjastu sáttmálin og lønartalvan eru altíð at finna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

Ert tú í læru hjá eitt nú Landsverk ella øðrum almennum stovni, ert tú lønt/ur eftir sáttmála ímillum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið. Lønartalvan er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum undir Lønardeildini: www.fmr.fo.

Framtíðarmøguleikar

Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða í yrkinum, stovna egna fyritøku ella fara undir framhaldslesnað. Heldur tú fram, kann verða neyðugt at taka ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari.

Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo, ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella skúlan tú umhugsar at søkja inn á, fyri at fáa neyvt svar.

Hagtøl

Verður uppdaterað sjálvvirkandi vikuliga

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.