07/02/2024

Útbúgvingar 2024

Umhugsar tú eina yrkisútbúgving?

Ein rúgva av yrkisútbúgvingum eru at velja ímillum. 

Yrkisútbúgvingarnar eru bygdar upp soleiðis, at lærlingurin skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd.

Yrkisútbúgvingar kunnu takast við skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara og hárfríðkara.

Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, t.d. málara, múrara, KT-supportara, miðlagrafikara o.a., er skúlagongdin í Danmark, ímeðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi.

Les meira í talgildi faldari 'Útbúgvingar 2024' við at trýsta  ---> her

Ivast tú ?
Set teg í samband við okkum. 

Vit vegleiða lærlingar og lærupláss um føroyskar yrkisútbúgvingar  

 

Útbúgvingar 2024