01/01/0001

Umhugsar tú at fara í læru?

Ein rúgva av yrkisútbúgvingum eru at velja ímillum. 

Útbúgvingarnar eru bygdar upp soleiðis, at lærlingurin skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd.

Í nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara og hárfríðkara.

Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, t.d. málara, múrara, KT-supportara, miðlagrafikara o.a., er skúlagongdin í Danmark, ímeðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi.

Sí faldara 'Útbúgvingar 2022' við at trýsta  ---> her

Ivast tú ?
Set teg í samband við okkum
Vit vegleiða lærlingar og lærupláss um føroyskar yrkisútbúgvingar  

 

 

Umhugsar tú at fara í læru?