Yrkisútbúgvingarráðið

Uppgávan hjá Yrkisútbúgvingarráðnum er at viðgera mál um arbeiðamarknaðar- og yrkisútbúgvingar. Ráðið viðgerð og ger tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu økið kann mennast. Her kann vera talan um, hvørjar nýggjar útbúgvingar partarnir á arbeiðsmarknaðinum mæla til verða settar á stovn ella um tillagingar eiga at verða gjørdar í verandi útbúgvingum, antin tí tørvurin, marknaðurin/samfelagið ella tøknin broytist.

Ráðið er samansett av umboðum fyri arbeiðsgevarar og fakfeløg, sum taka avgerðirnar í Yrkisútbúgvingarráðnum. Viðkomandi yrkisskúlar eru við í Yrkisútbúgvingarráðnum og ráðgeva arbeiðsmarknaðarpørtunum um viðurskiftir, sum hava við skúlan at gera.

Ráðið er sett saman av einum formanni, 4 umboðum frá arbeiðsgevarasíðuni og 4 umboðum frá fakfelagssíðuni.

Limir í Yrkisútbúgvingarráðnum eru valdir fyri 4 ár í senn. Arbeiðsgevarar og fakfeløg tilmæla síni umboð, sum landsstýrismaðurin setir. Landstýrismaðurin velur formannin.

Stjórin í Yrkisdeplinum er skrivari í ráðnum.

Yrkisútbúgvingarráðið velur limirnar í Yrkisnevndini, eftir tilmæli frá pørtunum. 

Yrkisútbúgvingarráðið hevur í minsta lagi fýra árligar fundir, umframt eftir tørvi.