Samsýning til metingardómarar:
Yrkisdepilin rindar metingardómarum fyri próvdøming (sí niðast). Metingardómarar hava rætt til møguligt ferðaendurgjald ísv. próvdøming, eftir at ferðauppgerð er send Yrkisdeplinum (sí leinkju til oyðublað í høgra bredda).
Innan merkantila økið (skrivstova og handil) fáa metingardómarar samsýning eftir satsi 3 fyri 4 tímar pr. lærling íroknað fyrireiking.
Satsir:
Samsýningin er ásetta handverkaratímaløn + 60%. Fyri sveinaroynd er oftast talan um verklig roynd, próvhoyring og/ella uppgávulesing
Talan er oftst um ein fullan dag á 8 tímar. í serligum førum kann arbeiðstín verða stytti ella longri, tó í mesta lagi 4 tímar pr lærling.
Tá Yrkisdepilin hevur heitt á yrkislærdan um at próvdøma í eini eftirmeting av 1. skúlaskeiði ella í einari yrkis- ella sveinaroynd, skal oyðublaðið 'Tímaseðil fyri uppgávur' fyllast út á staðnum, har royndin fer fram.
Skrivstovan á skúlanum skrivar oyðublaðið 'Tímaseðil fyri uppgávur' út og veitir læraranum, sum skal próvføra, skjalið. Lærarin hevur skjalið við til próvtøkuna, har lærari og próvdómari útfylla skjalið í felag.
Í fall próvdómari skal søkja um koyripengar skal oyðiblaðið "Ferðauppgerð" hjá Fíggjarmálaráðnum nýtast. Leinki er her á høgru síðu.
Eftir próvtøkuna letur lærarin skrivstovuni á skúlanum undirskrivaða skjalið/skjølini. Skrivstovan skannar og sendir Yrkisdeplinum skjalið og Yrkisdepilin avroknar við próvdømaran.
Til yrkis- og sveinaroyndir døma góðkendir metingardómarar úrslitið. Treytirnar fyri at vera metingardómari eru, at man hevur sveina- ella yrkisprógv innan útbúgvingina og í minsta lagi 5 ára royndir í yrkinum.