20 vikur online-skeið

Skeiðslongd: 20 vikur
Skúlagongd: Online
Eftir lokið skeið: Staðið grundskeið

Ert tú í læru innan handil og sølu í Føroyum, og skalt taka skúlagongdina í Danmark, men hevur ikki miðnámsútbúgving, er neyðugt at taka 20 vikur online-skeið.

Skeiðið eitur EUD Online og er partur av lærutíð tíni. Talan er um 2. grundskeið. Av tí at tú ger lærusáttmála við eitt lærupláss, slepst undan 1. grundskeiði.

Nærri kunning fæst niðanfyri.

Hvørjar lærugreinar skal eg taka?

Lærugreinarnar, ið tú skalt taka, eru: 

  • Sølubúskapur C
  • Danskt C
  • Enskt C
  • Kunningartøkni C
  • Virkisbúskapur C
  • Vinnurættað lærugrein*

* Verður ásett eftir hvat tú lesur – skúlin kunnar nærri

Hvar meldi eg meg til?

Her eru dømi um skúlar, ið bjóða 20 vikur online-skeið. Fylg leinkjuni við at trýsta á navn skúlans.

 

Niels Brock

EUC Online

Tietgen

U/NORD Online

RHS

 

 

Tá ið meldað verður til, er umráðandi at velja røttu leiðina (detail ella handel)

 

Handel: Handilsfólk og logistikkatstøðingur

Detail: Sølufólk og blómubindari

Nær kann eg melda meg til?

Online-skeiðini byrja vanliga hvørja viku, so tú kanst nærum altíð byrja.

Er tað fulltíðarlestur?

Ja. Talan er um fulltíðarlestur í 20 vikur, og tú hevur frí frá arbeiði hetta tíðarskeiðið.

Læruplássið hevur rætt til at fáa 75% av lønini endurrindaða við at søkja Yrkisdepilin um hetta í seinasta lagi 8 vikur eftir at lærlingurin er liðugur við eitt skúlaskeið.