15/10/2021

Skrivstovuútbúgving - nakað fyri teg?

Skrivstovulærlingur til Yrkisdepilin

Yrkisdepilin søkir eftir lærlingi til skrivstovuútbúgving við sergrein innan almenna fyrisiting. Sí meira um útbúgvingina her.

Hjá okkum lærir tú at veita viðskiftafólkum góða tænastu, og tú lærir góðan fyrisitingarsið. Tú verður partur av málsviðgerðini, sum vit varða av, og tú fert at arbeiða við fleiri telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við Búskaparskipan Landsins, umframt øðrum innanhýsis skipanum. Eisini kemur tú at arbeiða við heimasíðuni og at vera við til at reka sosialu miðlarnar hjá Yrkisdeplinum.

Starvið

Ert tú røkin og dugir at veita góða tænastu? Trívist tú við at hava nógv at gera og arbeiða í einum umhvørvi við nógvum ymiskum uppgávum og avbjóðingum? Og trívist tú við at tosa við nógv fólk og fáast við sosialu miðlarnar? So er hetta júst rætta læruplássið til tín.

Lærumálini (uppgávurnar) eru m.a.

  • At svara fyrispurningum frá viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost
  • At arbeiða við heimasíðuni og sosialu miðlunum, so sum Instagram og Facebook
  • At fyrireika mál til málsviðgerð
  • At arbeiða við tekniskum skipanum so sum 360, Búskaparskipan Landsins, tíðindabrævaskipan o.ø.
  • At gera sveina- og lærubrøv

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • dámar at tosa við og dugir væl at fara við fólki
  • trívist við, at nógv ymiskt er at gera
  • hevur royndir við og dámar at fáast við sosialu miðlarnar
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • ert røkin og nærløgd/-lagdur
  • hevur royndir við at arbeiða við teldu

Umsøkjarar við gymnasialum miðnámsprógvi hava ein fyrimun.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Skúlagongdin er í Danmark, og tú fært løn, ímeðan tú ert í skúla.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Yrkisdepilin er í menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menning.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli o.ø. skal sendast við telduposti til:

randif@yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. november 2021, og starvið verður sett 1. januar 2022.

Ynskjast fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lindu Michelsen, skrivstovufólk, á tel. 250835, ella Randi Frederiksberg, leiðara, á tel. 212000.

 

Um Yrkisdepilin

Vit eru lítil stovnur í stórari menning. Ábyrgdarøkið hjá stovninum er yrkisútbúgvingarøkið og førleikameting. Vit arbeiða tætt saman við lærumeistarum, lærlingum, skúlum og fólki, ið søkja um førleikameting. Vit hava yvir 1.000 lærlingar í skipanini í løtuni og yvir 400 lærumeistarar og hava tí nógv samskifti við nógv ymisk fólk. Á stovninum starvast 6 fólk. Les meira um okkum á heimasíðu okkara: www.yrkisdepilin.fo.

Skrivstovuútbúgving  - nakað fyri teg?