08/02/2019

Nú er klárt at søkja inn á yrkisnám

Nú ber til at søkja inn á yrkisútbúgvingarnar, sum byrja eftir summarfrítíðina í 2019.

Tú kanst søkja við talgildum umsóknarblaði her: www.innskriving.fo.

Talgilda umsóknarblaðið er knýtt at sama dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin tí sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið. Talgildað umsóknarblaðið er lættasti vegur at søkja, og leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Til ber eisini at søkja við pappírsútgávuni, sum tú kanst taka niður her:

Kunningarfaldarin um yrkisnám liggur her.

Umsóknarfreistin er 15. mars 2019

Nú er klárt at søkja inn á yrkisnám