05/10/2026

Nú ber til at taka kt -supportara við skúlagongd í Føroyum

Nú ber til at taka yrkisútbúgvingina sum kt -supportara við skúlagongd í Føroyum. Skúlagongdin verður á Miðnámi á Kambsdali og byrjar 2. novembur 2026.

Lærusáttmáli krevst fyri at sleppa inn á skúlan. Tað eru virkir ella stovnar, sum seta lærlingar í læru. 
Útbúgvingin tekur 2½ ár, og lærlingurin skiftir millum verkliga læru og skúlagongd. 1. skúlaskeið er 23 vikur, og skúlagongdin tilsamans er 48 vikur. 

Kt-supportarin arbeiðir m.a. við teldutøkni, netverkum, servarum, brúkarastuðli, feilfinning og automatisering. 

Útbúgvingin gevur eisini møguleika at halda fram á víðari kt-útbúgvingum. 
Útbúgvingarkunngerðin kann lesast her.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her.

 

Nú ber til at taka kt -supportara við skúlagongd í Føroyum