1. mai verður kunningartiltakið “Les í Føroyum” á Glasi, har Setrið, Vinnuháskúlin, Fólkaháskúlin, Yrkisdepilin og Hægri Nám á Glasi fara at greiða frá hægri og miðallongum útbúgvingarmøguleikum í Føroyum.
Tiltakið verður 1. mai frá kl. 09.00-12.30 og er ætlað næmingum, sum ganga á seinasta árið á gymnasialum miðnámi á Glasi. Hesi eru boðin at koma til tiltakið ávísar tíðir. Aðrir næmingar og lærlingar kunnu eisini vitja básarnir í fríkorterum ella í einum av blokkunum, um lærarin gevur loyvi til tess.
Til ber at fáa kunning og tosa við lærustovnarnar um útbúgvingar teirra. Og eisini verður okkurt gott til góman.
Tá tey verða spurd, svara nógv, at tey ætla sær niður til Danmarkar at lesa víðari eftir miðnám. Fægstu geva sær kanska far um, at til ber at taka fleiri longri og miðallangar útbúgvingar í Føroyum.