17/12/2020

Kanna, um tú fær lærlingafrádrátt

Lærlingar hava rætt til kr 50.000 í frádrátti. Yrkisdeplin kunnar Taks um, hvør er lærlingur og tí er ikki neyðugt hjá tykkum lærlingum at søkja Taks um frádráttin. Men onkuntíð gongur ikki sum ætlað og tí er gott at kanna, um tú fær frádráttin. Um frádráttur ikki er givin, er at boða Yrkisdeplinum frá, so kunna vit Taks. Send teldupost til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo

Les um lærlingafrádráttin her:

https://www.taks.fo/fo/borgari/fradrattur/laerlingafradrattur/

Kanna, um tú fær lærlingafrádrátt