Kalendari

Opið hús á TSK kl.10-15

18/03/2026
Opið hús á TSK kl.10-15

Leygardagin 21. februar kl. 10 - 15 verður Opið Hús á TSK.
Av tí at Torradagar eru í Klaksvík í vikuni, fer Matvørudeildin at skipa fyri Torra-sjálvtøkuborði, har høvuðsdenturin er rávørur úr sjónum. 
Næmingar á Tøknibreytini fara saman við Treysti at skipa fyri heilsurenning og heilsucafé, har tú kanst fáa mált blóðtrýst og annað. Okkurt gott verður eisini at fáa eftir renningina. 
Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemi á skúlanum. Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum. Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum. 
Vælkomin á gátt leygardagin 21. februar frá klokkan 10 til 15. Endaliga skráin kemur út seinni.

Les meira á tsk.fo