Ert tú lærlingur, so kom við til spennandi ókeypis lærlingatiltak í Reinsarínum fríggjadagin tann 25. septembur kl. 17.
Nógv gott á skránni; ókeypis ábit, spøl og tónleikur. Góð ráð. Pub-quiz og vinningar.
Enn eru pláss eftir. Melda til her.
Skrá:
Kl. 17.00 – Dyrnar lata upp og bjóðað verður vælkomin
Kl. 17.15 – "Góð ráð til lærlingar" við Hjørdis Zachariassen frá Yrkisdeplinum
Kl. 17.30 – Framløga við Jákup Paula Frederiksberg frá Betri Banka
Kl. 17.40 – Steðgur, ábit og kappingar
Kl. 18.30 – Pub-quiz við Jógvani Breckmann og vinningum
Kl. 19.30 – Livandi tónleikur við Filip á Smið
Aftan á framførsluna verður lutakast um tveir vinningar á 1.500 kr. hvør og tiltakið endar.
Eftir tiltakið er Reinsaríið opið, og Jógvan Breckmann diskar.
.png&width=1400&height=800&crop=0&format=webp&quality=85)