03/11/2021

Hevur tú fingið lærlingafrádrátt?

Lærlingar hava rætt til kr 50.000 í frádrátti.

Yrkisdepilin kunnar Taks um, hvør er lærlingur, og tí er ikki neyðugt hjá tykkum lærlingum at søkja Taks um frádráttin.

Men onkuntíð gongur ikki sum ætlað, og tí er gott at kanna, um tú fært frádráttin. Um frádráttur ikki er givin, er at boða Yrkisdeplinum frá, so boða vit Taks frá. Send teldupost til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo

Les um lærlingafrádráttin her:

https://www.taks.fo/fo/borgari/fradrattur/laerlingafradrattur/

Hevur tú fingið lærlingafrádrátt?