28/06/2021

Finn eina yrkisútbúgving

Á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum fært tú nú eitt gott yvirlit yvir allar tær yrkisútbúgvingar, sum kunnu takast í Føroyum.

Lætt er at finna fram til føroyskar yrkisútbúgvingar við skúlagongd í Føroyum, umframt tær við skúlagongd í Danmark.

Til ber at nágreina leitingina, alt eftir, um tú velur eina útbúgving við skúlagongd í Føroyum ella í Danmark.

Vanliga tekur ein yrkisútbúgving fýra ár, har av umleið eitt ár er skúlagongd og trý ár eru verklig læra á arbeiðsplássi.

Lærir tú t.d. til bilsmið ella hárfríðkara, so er øll læran í Føroyum. Lærir tú ístaðin til bilplátusmið ella múrara, so er skúlagongdin í Danmark, meðan verkliga læran er á einum læruplássi í Føroyum.

yvirlit yvir útbúgvingarmøguleikarnar her!

Finn eina yrkisútbúgving