31/03/2026

Dugir tú væl at fyrisita og dámar tær væl at tosa við fólk?

Starv sum skrivstovufólk í Yrkisdeplinum.

Yrkisdepilin sóknast eftir einum dugnaligum fólki at arbeiða 30 tímar um vikuna á skrivstovuni í Yrkisdeplinum frá 15. mai 2026.

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er fjølbroytt. Vit arbeiða tætt saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, lærumeistarum og lærlingum, umframt føroyskum og donskum skúlum. Nógv samskifti er við partarnar bæði umvegis telefon, teldupost, og tá fólk koma inn á gólvið.

Saman við okkum, ið starvast her, verður tú við til at tryggja eina góða fyrisiting og at veita okkara viðskiftafólkum eina dygdargóða tænastu. Tú kemur at arbeiða nógv við telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við heimasíðuskipan og útgjaldsskipan, umframt øðrum innanhýsis skipanum.

Starvið

Dagligur rakstur

Verða við til at skipa fyri, at dagligi raksturin hjá Yrkisdeplinum verður framdur. Tað er:

  • At svara fyrispurningum frá okkara viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost
  • At ansa móttøkuni
  • At stovna mál og journalisera í 360
  • At rinda út ferða- og lønarendurgjøld til arbeiðsgevarar sambært umsókn
  • At gera klárt til fundir
  • At røkja skrivstovuna og bókhaldið
  • At loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur

Skrivarauppgávur

  • Fyrireika mál til fundir
  • Avgreiða liðug mál
  • Samskipa fundir og syrgja fyri, at nevndarlimir verða avløntir

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • ert ábyrgdarfull/ur, røkin og nærløgd/-lagdur
  • dugir væl at fara við fólki og trívist við at hava nógv at gera
  • hevur góðar telduførleikar
  • hevur hollar førleikar í føroyskum og dugir væl at samskifta í skrift og talu 
  • hevur førleikar til og dugir at lurta eftir og samstarva við fólk við ymiskari sannføring og bakgrund
  • ert tænastusinnað/-ur og dugir væl at fara við fólki
  • ert jalig/-ur av lyndi
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Annað

Talan er um ein stovn við 6 starvsfólkum. Tað er umráðandi, at øll starvsfólkini eru smidlig og sinnaði at átaka sær tær uppgávur, sum eru neyðugar, fyri at stovnurin skal virka á nøktandi hátt.

Lønar- og setanarviðurskifti

Starvið verður lønt í 5. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Yrkisdepilin er í stórari menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menningina.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til:

starv@yrkisdepilin.fo

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 30. apríl 2026.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg, stjóra, á tel. 212000.

Dugir tú væl at fyrisita og dámar tær væl at tosa við fólk?