Útbúgvingarlongd: 2 ár og 6 mánaðir
Skúlagongd: Føroyar. Miðnám á Kambsdali
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Samverk
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Undir útbúgvingini fært tú vitan um tøknina handan kt-skipanir, og tú fært førleikar at ávirka og menna tøkni, sum kann loysa trupulleikar. Tú kemur at fáast við bæði ritbúnað (software) og tólbúnað (hardware).
Sum kt-supportari lærir tú um framkomnar kt-skipanir, og tú fært eitt nú sum uppgávu at menna tær og halda tær við líka. Starvið kann vera bæði í tí privata og tí almenna.
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á Kambsdali.
1. skúlask.
23 vikur
2. skúlask.
10 vikur
3. skúlask.
10 vikur
Sveinaroynd
5 vikur
Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.
Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.
Ynskir tú at byrja í læru sum kt supportari mást tú hava ein lærusáttmála við eitt góðkent lærupláss.
Við lærusáttmálanum bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.
Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og sveinaroyndina áðrenn lærutíðin er av.
Í útbúgvingarkunngerðini fyri kt supportara eru ásett lærumál fyri yrkisútbúgvingina. Lærumálini eru nærri útgreinaði í námskipanini.
Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.
Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.
Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.
Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, at tú:
Hevur hug at arbeiða við KT og tøkni
Dugir at lesa leiðbeiningar og vegleiðingar á enskum
Ert tænastusinnað/ur og dugir at hjálpa og vegleiða
Leggur dent á góðsku og smálutir
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.
Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.
Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.
Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um uppsøgn av lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.
Lærutíðin til kt supportara er 2 ár og 6 mánaðir.
Tú kann fáa 6 mánaðar stytting í lærutíð, um tú hevur skjalprógv fyri at tú hevur arbeitt fulla tíð innan fullt viðkomandi yrkið í í minsta lagið 2 ár.
Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.
Sum lærlingur fært tú løn, bæði tá tú ert til arbeiðis og í skúla. Tú ert fevndur av sáttmála millum arbeiðsgevara og viðkomandi fakfelag. Minstalønin er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.
Læruplássið fær endurrindað part av lønini, sum tú fær tá tú ert í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um tað.
Um lønin er hægri enn ásetta minstaløn skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Læruplássi kann bert søkja um endurgjald av minstulønini.
Sáttmálar og lønartalvur fyri privata arbeiðsmarknaðin eru at finna á www.industry.fo, meðan sáttmálar og lønartalvur fyri almenna arbeiðsmarknaðin eru finna á www.fmr.fo.
Tú kanst td. lesa víðari til dátatøkningur við sergrein í undirstøðukervi. Hendan útbúgving, er á trin 2 og tekur vanliga 5 ár, men fyri fyri kt supportarar er lærutíðin 2 ár og 6 mðr.
Verður uppdaterað sjálvvirkandi vikuliga