Fríggjadagin tann 12. desember kundu 14 lærlingar á maskin- og timburdeildini á TSK umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina.
Hetta varð heiðrað við røðu frá Sunnvard Andreasen, stjóra í Articon, felagssangi og frálíka góðum mati.
Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.
Yrkisdepilin ynskir øllum hjartaliga til lukku við sveinaroyndini
(myndir frá TSK)