Sølufólk

Danskt heiti: Handelassistent uden profil og salgsassistent uden profil

Útbúgvingarlongd: 4 ár

Skúlagongd: Føroyar, Glasir. 7 vikur, býtt á 7 skúlaskeið
Útbúgvingarlongd við búskaparbreyt: 2 ár
Útbúgvingarlongd við aðrari miðnámsbreyt:  2 ár 6 mánaðir
Útbúgvingarlongd við FHS: 3 ár
Útbúgvingarlongd uttan miðnám: 4 ár
Eftir lokna útbúgving: Lærubræv

Útbúgvingarheitir: fyrr nevnt Heilsøla og smásøla (handilsfólk og sølufólk)

Undir útbúgvingini til handilsfólk og sølufólk fært tú frálæru innan tað handilsliga starvsøkið, eitt nú um sølu, vørur, innkeyp og goymslu, og tú lærir eisini um tænastu og samskifti við kundar og veitarar.

Hvar er skúlagongdin?

Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd. Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er á Glasir.

UM ÚTBÚGVINGINA

Bygnaður av útbúgving

Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla, sum er í Tórshavn. Fyri at sleppa inn á høvuðsskeiðið krevst, at tú hevur staðið FHS. Eitt dømi uppá býtið ímillum læru og skúlagongd kundi sæð soleiðis út:

Í læru

Í skúla/FHS

Í skúla

Í skúla

Í skúla

Yrkisroynd

Hvat er ein yrkisútbúgving

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at kunna seg um, áðrenn lærusáttmáli verður undirskrivaður.

Niðanfyri er stutt kunning um ymisk viðurskiftir ísv. at lærusáttmáli verður undirskrivaður og ynskir tú meiri vitan, ber til at lesa aðrastaðni á heimasíðuni ella at lesa námsskipanina, sum er viðfest niðast.

Hvussu fái eg útbúgving sum sølufólk?

Tað eru tvær inngongdir til útbúgvingina sum sølufólk? Tú kanst gera sáttmála við arbeiðsgevara søkja inn á skúla

Til ber at taka útbúgvingina innan smásølu við 9.floksprógvi og í lærutíðuni samstundis taka FSH, ella við FHS prógvi ella miðnámsprógvi (gymnasial útbúgving) uttan sáttmála, men eftir tað slepst ikki víðari í útbúgvingini uttan at gera sáttmála við arbeiðsgevara. Sí upplýsingar um longd á útbúgving ovast á hesari síðuni, um tú hevur FHS ella eina gymnasiala útbúgving, áðrenn læran byrjar.

Inngongd við sáttmála:

Ynskir tú at gera sáttmála beinan vegin, heitir tú á arbeiðsgevara í yrkinum, um at gera sáttmála tykkara millum. Tá bindur tú teg til setanina/arbeiðsgevaran til útbúgvingin er liðug eftir treytunum í sáttmálanum, sum td. at tú arbeiðir 8-16 hvønn dag og annars livir upp til skildurnar í sáttmálanum.

Arbeiðsgevarin hinvegin, bindur seg til at læra teg alt tað fakliga, ið er kravt í lógarverkinum, so at tú hevur nomið tær førleikamálini, sum eru lýst í útbúgvingarkunngerðini og verður før/ur fyri at standa útbúgvingina og yrkisroyndina.

Gerst tú sáttmála við lærumeistara beinan vegin, byrjar tú oftast í læru, til skúlin, har tú skalt taka skúlagongdina, kallar teg inn á eitt skúlaskeið. Nógvir lærumeistarar ynskja, at tú hevur tikið part av skúlagongdini áðrenn tú byrjar í læru.

Inngongd uttan sáttmála:

Til ber at fara undir eina yrkisútbúgving beinleiðis eftir 9. flokk. Tú kanst byrja eina yrkisútbúgving við at søkja inn á miðnám á einum av miðnámsskúlunum.

Søkir tú beinleiðis inn á skúla uttan lærusáttmála, skal søkjast innan umsóknarfreistina hjá skúlunum. Vanliga liggur freistin um hálvan mars. Skúlarnir gera á hvørjum ári vart við, tá klárt er at søkja.

Útbúgvingarnar FHS á miðnámsskúlunum byrja vanliga í august á hvørjum ári.

Tá tú hevur tikið FHS ella miðnám slepst ikki víðari uttan at tú ger sáttmála við eitt lærupláss

Útbúgving innan sølu er ein føroysk útbúgving við 7 vikur skúlagongd

Hvat læri eg?

Útbúgvingarkunngerðin fyri heilsølu og smálsølu sigur, at førleikarnir lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru hesi:

1)     At meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt og úrslitagott,

2)     at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar,

3)     at nýta teldutøkni á skynsaman hátt,

4)     at greiða úr hondum uppgávur sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, at samstarva við onnur og taka samábyrgd av fyrisitingarligum arbeiðsháttum,

5)     at veita góða tænastu og at greiða úr hondum uppgávur samsvarandi mannagongdum og góðskukrøvum,

6)     at greiða úr hondum uppgávur við støði í fatan av umhvørvis-, heilsu- og trygdarásetingum í arbeiðsumhvørvislógini,

7)     at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting, samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði, og

8)     at greiða úr hondum tænastu- og miðlauppgávur innanhýsis eins og uttanhýsis út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.

Áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, um tú:

  • Dugir at tosa við ymisk fólk

  • Hevur eyga fyri handli og sølu

  • Dugir væl tøl og at halda avtalur

  • Dugir fremmandamál

Royndartíð 6 mánaðir

Lærusáttmálin partarnir undirskriva sína millum, er galdandi til lærlingurin hevur staðið sveinaroyndina og fyri at ógilda sáttmálan krevst, at báðir partar skriva undir. Tó er ein royndartíð á 6 mánaðar ásett, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp, eisini hóast teir ikki eru samdir um avgerðina.

Royndartíðin á 6 mánaðir er einans galdandi fyri tíðina á arbeiðsplássinum. Tað merkir, at er skúlagongd partur av teimum fyrstu 6 mánaðunum, verður hendan tíðin løgd afturat royndartíðini á 6 mánaðir.

Hetta er ásett fyri at geva pørtunum umhugsunartíð. Eftir at lærlingurin hevur verið á læruplássinum í 6 mánaðir, hevur hvørgin parturin møguleika fyri at siga sáttmálan upp, uttan so at sáttmálin verður álvarsliga misrøktur av øðrum partinum. Tó hava partarnir møguleika fyri at siga sáttmálan upp, um teir eru samdir um avgerðina og báðir undirskriva uppsøgnina.

Skal sáttmálin sigast upp, verður hetta gjørt við at útfylla oyðublaðið "Umsókn um broyting í lærusáttmála" og senda Yrkisdeplinum.

Lærutíðin

Tað er umráðandi, at lærusáttmálin verður sendur Yrkisdeplinum beint sum hann er undirskrivaður, tí læran kann í fyrsta lagi byrja frá tí degi, Yrkisdepilin hevur móttikið sáttmálan. Hetta er einans galdandi, um sáttmálin er rætt útfyltur frá byrjan og allir neyðugir upplýsingar fylgja við sáttmálanum.

Er sáttmálin ikki rætt útfyltur ella mangla upplýsingar ella skjalprógv, ið hoyra til sáttmálan, er sáttmálin ikki endaliga góðkendur, fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið øll skjalprógv. Heitir Yrkisdepilin á partarnar um at broyta ella rætta í sáttmálanum, ella at senda nýggj skjalprógv, skal hetta gerast beinan vegin. Verður hetta ikki gjørt beinan vegin kann tað hava við sær, at sáttmálin ikki verður roknaður sum góðkendur, fyrr enn frá tí løtu, at Yrkisdepilin hevur móttikið manglandi upplýsingarnar.

Tá sáttmálin er góðkendur, verður hann sendur lærlingi og lærumeistara aftur. Er talan  um lærling undir 18 ár, verður sáttmálin eisini sendur verjanum.

Lærutíðin er ymisk fyri hvørja útbúgving og avhongur av, um tú hevur aðra útbúgving, ið hevur partvíst samanfallandi lærdóm við útbúgvingina tú fert undir. Handverksútbúgvingarnar eru tær flestu so mikið sermerktar, at lærutíðin ikki broytist nógv, uttan so at tú hevur tikið skúlaskeiðini til útbúgvingina, áðrenn læran byrjar ella hevur arbeitt nógv ár innanfyri yrkið, sum tú fert í læru í. Eitt nú verður lærutíðin ikki stytt, hóast tú hevur eina miðnámsútbúgving, men tú sleppur undan at taka somu skúlafakini umaftur, um tú hevur tey frammanundan.

Hevur tú arbeitt innan yrkið í nógv ár við viðkomandi uppgávum, kann søkjast um stytting í lærusáttmálanum. Fyri at fáa játtað stytting, skal skjalprógv fylgja við, har lýst verður:

  • Byrjunar- og endadato fyri setan
  • Tímar pr viku
  • Stutt lýsing av teimum uppgávum, sum tú hevur arbeitt við
  • Skjalið skal vera undirskriva av arbeiðsgevaranum, har tú hevur arbeitt

Lærutíðin, ið er ásett í sáttmálanum, fevnir um læruna á arbeiðsplássinum, skúlagongd og feriu.

Í ávísum førum ber til at leingja sáttmálan. Les meira um hetta á síðunum "Til lærlingar" ella "Til lærupláss". 

Skúlagongdin

Útbúgvingin tekur 4 ár, og er býtt sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

Skúlagongdin í útbúgvingini er tilsamans 47 vikur,  og er lutað sundur í eitt grundskeið á 40 vikur (sum er ein full FHS útbúgving) og eitt høvuðsskeið, sum svarar til 7 vikur ella 30 undirvísingardagar, sum vanliga liggja seinasta árið í útbúgvingini. Høvuðsskeiðið er íroknað yrkisroynd, sum er ein vika, tó uttan undirvísing.

Grundskeiðið er skipað sum FHS. Lærlingurin skal hava staðið grundskeiðið, áðrenn hann kann byrja á høvuðsskeiðnum.

Lærlingur, sum hevur miðnámsprógv, áðrenn hann fer í læru, skal í lærutíðini taka hesar lærugreinar við í minsta lagi próvtalinum 02 í miðal fyri at hava staðið alt grundskeiðið:

  1. Virkisbúskap C,
  2. Marknaðarførðsla C,
  3. Kunningartøkni C, og
  4. eina vallærugrein: Vinnulívsrættur C, Altjóðabúskap B, Marknaðarførslu B, Kunningartøkni B ella eina økislærugrein, sum í minsta lagi er 105 pultstímar.

Lærlingur við HIF-prógvi hevur í HIF-útbúgvingini tikið nevndu lærugreinar, men skal taka málsviðgerðarpartin í lærugreinini Kunningartøkni C, uttan so at hann hevur luttikið í einari EBG-kapping.

Grundskeiðið og einstakar lærugreinar kunnu takast við at fylgja FHS, sum kvøldundirvísing ella sum sjálvlestur. Lærlingur, sum skal taka FHS ella einstakar lærugreinar, skal venda sær til skúlan, sum í samráð við lærlingin og læruplássið leggur undirvísingina til rættis.

Øll kravd skúlagongd er partur av lærutíðini. Um lærlingur gongur í skúla um dagin, skal hann tí ikki frádragast í løn, og liggur skúlagongdin í frítíðini, hevur lærlingurin rætt til eyka samsýning (yvirtíð ella avspáking) í samráð við arbeiðsgevaran.

Høvuðsskeiðið er skipað í 6 vikur, ella 30 undirvísingar dagar, á tilsamans 240 pultstímar, umframt yrkisroyndina á eina viku, har lærlingurin er frítikin frá øllum arbeiði.

Yvirlit og tímatal fyri allar lærugreinar sæst í námsskipanini (sí leinki niðanfyri).

Yrkislærugreinarnar eru hesar:

Handil og amboð
Handilsrakstur
Handilsbúskapur
Átøk og visuell marknaðarføring

Almennu lærugreinarnar eru hesar:

Føroyskt C
Enskt C
Kunningartøkni C
Virkisbúskapur C
Samfelagsfrøði C
Sølubúskapur
Altjóðabúskapur C

Vallærugreinar eru:

Týskt C
Spanskt D/C
Støddfrøði D
Visuell marknaðarføring / Dekoratión C
Innovatión C
Ítróttur og heilsa

Ert tú 25+

Ert tú 25 ár ella eldri og hevur í minsta lagi trý ára starvsroyndir, kanst tú verða førleikamett/ur innan skrivstovuútbúgving.

Ein førleikameting kann vera við til at stytta munandi um lærutíðina, um hon vísir, at tú hevur viðkomandi førleikar innan yrkið, ið tú hevur valt at útbúgva teg í.

Ein og hvør, sum lýkur treytirnar, kann søkja Yrkisdepilin um at verða førleikamettur. Ein førleikameting er ein tilgongd, ið fevnir um innsavnan og skráseting av upplýsingum um royndir og førleikar, ið ein umsøkjari hevur. Tað er umsøkjarin, ið hevur ábyrgdina av at útvega allar neyðugar og viðkomandi upplýsingar. Upplýsingarnar verða fingnar til vega við samrøðu, váttanum, prógvum, uppgávuloysnum o.s.fr. Ein meting verður gjørd av innsavnaðu og skrásettu førleikunum. Henda meting tekur altíð støði í einari viðkomandi føroyskari útbúgving, sum umsøkjarin ætlar sær at fara undir. Førleikametingin endar við einari niðurstøðu, sum er eitt løggildugt skjal, ið prógvar tínar førleikar.

Les meira um førleikameting innan føroysku lærlingaútbúgvingarnar undir leinkinum "Førleikameting".

Set teg í samband við vegleiðingina í Yrkisdeplinum, at fáa nærri kunning um tínar møguleikar.

Løn undir útbúgvingini

Lærlingar fáa fasta løn ígjøgnum lærutíðina, bæði tá teir eru til arbeiðis og tá teir eru í skúla. Lærlingar eru fevndir av sáttmála ímillum arbeiðsgevara og fakfeløg, sum eru partar á arbeiðsmarknaðinum. Minstalønin, sum lærlingur kann lønast eftir, er ásett í sáttmálanum ella lønartalvuni, sum hoyrir til sáttmálan.

Lærumeistarin fær endurrindað part av lønini, sum lærlingurin fær, tá hann er í skúla, við at søkja Yrkisdepilin um endurgjald.

Partarnir hava altíð møguleika at áseta hægri løn. Tá skal hetta eyðmerkjast í sáttmálanum. Endurgjaldið, ið lærumeistarin kann søkja Yrkisdepilin um at fáa endurrindað ígjøgnum lærutíðina, verður roknað av lærlingalønini og ikki av faktisku lønini, ið arbeiðsgevari rindar.

Framtíðarmøguleikar

Tá ið tú ert liðug/ur við útbúgvingina kanst tú arbeiða sum handils- og/ella sølufólk, stovna egnu fyritøku ella fara undir framhaldandi lesnað.

Yrkisútbúgvingin gevur eisini beinleiðis atgongd til víðari lestur á hægri nám. Les meira á Glasir, sí her

Heldur tú fram at lesa, kann verða neyðugt at hava ávís fak á miðnámsstigi, áðrenn tú kanst lesa víðari. Ynskir tú at vita meira neyvt, hvørji krøvini til víðari lestur eru, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna, www.vegleiðingarstovan.fo, ein av vegleiðarunum á miðnámsskúlunum ella skúlan sum tú umhugsar at søkja upptøku á.

Hagtøl

Verður uppdaterað sjálvvirkandi vikuliga

Sí námsskipan

LÆRUPLÁSS

Hvar kann eg søkja lærupláss?

Her er listi yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið. Virkir og stovnar, sum ynskja at taka lærlingar í læru, skulu søkja um at fáa eina læruplássgóðkenning innan tey yrki, sum læruplássið kann bjóða.