10/06/2025

Prógvhandan á TSK

Fríggjadagin 6. juni kundu 35 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildini á TSK umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina. Og eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu teir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum.

Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.

Yrkisdepilin ynskir øllum hjartaliga til lukku við sveinaroyndini
🙋🏼