01/01/0001

Dámar tær at samskipa og dugir tú væl at tosa við fólk?

Skrivstovufólk til Yrkisdepilin

Yrkisdepilin sóknast eftir einum dugnaligum fólki at arbeiða fulla tíð á skrivstovuni í Yrkisdeplinum.

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er fjølbroytt. Vit arbeiða tætt saman við lærlingum og arbeiðsgevarum, umframt føroyskum og donskum skúlum. Nógv samskifti er við partarnar bæði umvegis telefon, teldupost, og tá fólk koma inn á gólvið.

Saman við okkum, ið starvast her, verður tú við til at tryggja eina góða fyrisiting og at veita okkara viðskiftafólkum eina dygdargóða tænastu. Tú kemur at arbeiða nógv við telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við DynamicWeb heimasíðuskipanini, umframt øðrum innanhýsis skipanum.