19/02/2021

Vel tína yrkisleið – 2021

Nú er tíðin, har tú kanst innskriva teg til eina føroyska yrkisútbúgving. Freistin at søkja um upptøku er 15. mars 2021. Hetta kann gerast á www.innskriving.fo.

Í hesum sambandi hevur Yrkisdepilin gjørt ein kunningarfaldara um tær føroysku yrkisútbúgvingarnar, tí góðir møguleikar eru at velja eina yrkisútbúgving í Føroyum.

Tekniskt Yrkisnám er grundarlag undir nýggjum møguleikum hjá teimum, ið velja eina lærlingaútbúgving ella aðra yrkisútbúgving, og møguleikarnir við einari útbúgving innan fyrisiting, skrivstovu og handil eru framtíðartryggjaðir.

Sama er galdandi fyri útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya, har tú kanst útbúgva teg til heilsuhjálpara, heilsurøktara ella námsfrøðihjálpara.

Les meira um útbúgvingarnar í kunningarfaldaranum, sum kann takast niður her.

Vel tína yrkisleið – 2021