Lønar- og ferðaendurgjald

Læruplássið fær endurrindað part av lønini, sum tað hevur goldið lærlinginum meðan viðkomandi hevur verið í skúla. Hetta verður gjørt við at søkja um lønarendurgjald frá Yrkisdeplinum. Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum arbeiðsgevara og avvarðandi yrkisfelag.

Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið søkja um at fáa kr. 2.600,00 í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeið næmingurin má uttanlands.

 Legg til merkis at freistin at søkja um ferða- og lønarendurgjald er í seinasta lagi 8 vikur eftir, at lærlingur er komin aftur av skúlaskeiði. 

 

 

Les meira um í kunngerðini nr. 63 frá 23. apríl 2003 um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss, sí her