Lønar- og ferðaendurgjald

Læruplássið fær endurrindað part av lønini, sum tað hevur goldið lærlinginum meðan viðkomandi hevur verið í skúla. Hetta verður gjørt við at søkja um lønarendurgjald frá Yrkisdeplinum í seinasta lagi 8 vikur eftir, at lærlingurin er liðugur við skúlaskeiðið. Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum arbeiðsgevara og avvarðandi yrkisfelag, íroknað frítíðarløn.

Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið søkja um at fáa kr. 2.600,00 í ferðaendurgjaldi fyri hvørt skúlaskeið næmingurin má uttanlands.

Legg til merkis, at freistin at søkja um ferða- og lønarendurgjald er í seinasta lagi 8 vikur eftir, at lærlingur er komin aftur av skúlaskeiði

 

 

Fá neyvari kunning við at lesa Kunngerð nr. 63 frá 23. apríl 2003 um lønarendurgjald og ferðaendurgjald til lærupláss, sí her