Fyri at taka lærling er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning.
Fyri at gerast lærupláss er avgerðandi, at fólk útbúgvið innan sama yrki arbeiðir í fyritøkuni og hevur ábyrgdina av at veita nøktandi upplæring.
Niðanfyri hava vit savnað upplýsingar um vanlig viðurskifti ísv. setan av lærlingi og lærutíðini annars.
Fyri at taka lærling er neyðugt hjá fyritøku ella stovni at hava eina læruplássgóðkenning.
Neyðugt er at søkja um læruplássgóðkenning.
Tað er Yrkisnevndin, ið góðkennir lærupláss.
Fyri at gerast lærupláss, skal fyritøkan/stovnurin hava útbúgvið fólk, ið kann veita nøktandi upplæring.
Harumframt verður dentur lagdur á, at læruplássið kann bjóða lærlinginum tær týdningarmestu uppgávurnar, ið útbúgvingin krevur.
Soleiðis verður søkt um læruplássgóðkenning:
Um einki upplýsingarblað er tøkt, skal læruplássið skriva eina stutta lýsing av hvat lærlingurin kemur at takast við. Tað kann gerast í umsóknini (skjalið ovast) ella í teldupostinum tá umsóknin verður send.
Send hesi skjøl til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo
Arbeiðsgevari hevur skyldu til at virka fyri, at lærlingurin lærir tey lærumálini, ið eru ásett í útbúgvingarkunngerðini og at veita umstøður, ið stuðla undir læruna og trivnaðin hjá lærlinginum.
Lærumeistarin skal læra upp og vegleiða lærlinginum í teimum førum tað er neyðugt og á tann hátt tryggja, at lærlingurin hevur fingið tann neyðuga lærdómin til at standa sveinaroyndina. Hevur lærlingurin avbjóðingar, tað verið seg fakligar ella persónligar, ið ávirka starvið, hevur lærumeistarin skyldu til at tosa við lærlingin fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.
Ymisk viðurskiftir er nevnd í sáttmálanum millum partarnar og bæði lærumeistari og lærlingur hava skyldu til at at fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Harumframt er setanin av lærlinginum knýtt at einum fakfelagsøki og har hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fylgja sáttmálanum.
Yrkisútbúgvingarlógin og kunngerðin lýsa ymisk viðurskiftir, sum lærumeistarin hevur skyldu til. Lærumeistari hevur skyldu til at fylgja ásetingunum í lógarverkinum.
Til ber at lýsa eftir lærlingi áðrenn læruplássgóðkenning fyriliggur, men lærusáttmálin fær ikki gildi, fyrr enn læruplássgóðkenningin fyriliggur.
Og tilskilast má í lýsingini, at lýsingin er treytað av, at fyritøkan ella stovnurin fær læruplássgóðkenning.
Í høvuðsheitum skal læruplássið bjóða lærlingi tær týdningarmestu uppgávurnar, ið hoyra til útbúgvingina. Talan er tó altíð um eina meting, ið Yrkisnevndin ger, tá søkt verður um læruplássgóðkenning.
Yrkisnevndin kann sambært meginreglunum um góðkenning av læruplássum t.d. geva fyribils góðkenning um onkrar treytir ikki eru uppfyltar ella seta krav um útisetavirkið.
Harumframt kann atlit eisini takast til, at lærlingurin fær onkran kunnleika í skúlanum, ið hann ikki fær á læruplássinum.
Komandi lærupláss kunnu umhugsað útisetavirkið um so er, at onkur grundleggjandi førleiki manglar. Í slíkum førum er lærlingurin eitt tíðarskeið hjá øðrum læruplássið fyri at ogna sær hesar førleikar ið høvuðslæruplássið manglar.
Møguleikin fyri útsetavirkið er ásettur í reglugerðini fyri góðkenning av læruplássum.
Hesin møguleiki kann vera nýttur, um eitt lærupláss ikki í fullan mun kann bjóða lærlingi teir førleikar, ið eru ásettir í útbúgvingini.
Tá søkt verður um góðkenning kann Yrkisnevndin seta treyt um, at ein partur av læruni fer fram á útisetavirki.
Lærupláss og lærlingar avtalað í lærusáttmálanum um lærlingur fer eitt tíðarskeið á eitt útisetavirki.
Arbeiðsgevari kann taka eins nógvar lærlingar, sum hann hevur sveinar/yrkislærd í starvi, plus ein lærling afturat.
Hevur arbeiðsgevari 4 sølufólk í starvi kann hann sostatt taka 4 lærlingar + 1 - tilsamans 5 lærlingar.
Er talan um arbeiðsgevara, ið hevur ein svein í starvi, td. ein húsasmið, kann hann taka 1 lærling og tá hesin lærlingur er komin hálvan veg við læruni, kann hann taka ein lærling afturat. Tá kann arbeiðsgevari sostatt hava tveir lærlingar til ein svein, men tá skal annar lærlingurin verða komin meira enna hálvan veg við læruni.
Sambært § 26, stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, hava yrkisnevndirnar samtykt hesa felags reglugerð um góðkenning av læruplássum:
§ 1. Góðkenning av virki sum lærupláss verður gjørd út frá meting, um virki er ført fyri at lúka tær treytir fyri verkligu læruna, sum eru ásettar í einstøku útbúgvingarkunngerðunum.
Stk. 2. Viðkomandi yrkisnevnd kann sambært § 23, stk. 2, pkt. 4 og § 25, stk. 2 í lógini kanna læruplássviðurskiftini, um hon heldur tørv vera á tí.
§ 2. Fyri at tryggja, at eitt virki kann lúka treytirnar sum lærupláss, eigur yrkisnevndin í metingum sínum at leggja dent á:
1. At yrkislært fólk við samsvarandi útbúgving og minst 3 ára arbeiðsroyndum, sum kann standa fyri upplæringini, er á staðnum ella er tøkt fulla tíð.
2. At virki javnan fremur allar ella tær týdningmestu arbeiðsuppgávurnar, sum hoyra til viðkomandi yrkisgrein.
3. At virki hevur ta útgerð, sum er neyðug fyri at kunna útinna arbeiðsuppgávurnar sambært pkt. 2.
4. At virki lýkur treytirnar um arbeiðsumhvørvi, sum eru ásettar í lógum og reglum.
§ 3. Virki, sum er góðkent sum lærupláss, má ikki hava fleiri lærlingar í læru enn at tað kann geva lærlingunum fult nøktandi upplæring og umstøður.
Stk. 2. Virki skal ikki at hava fleiri enn 1 lærling meiri enn svarandi til talið av yrkislærdum innan viðkomandi yrki á staðnum.
Stk. 3. Um so er, at bert 1 yrkislærdur er á góðkendum læruplássi, kann næsti lærlingur setast í læru, tá fyrst setti lærlingur er komin í minsta lagi hálvvegis við útbúgving síni.
§ 4. Um eitt virki ikki í fullan mun lýkur treytirnar í § 2, pkt. 1-4 fyri góðkenning av læruplássi, kann góðkenningin verða treytað av, at partur av læruni kann fara fram á øðrum góðkendum læruplássi (útisetavirki).
§ 5. Yrkisnevndin kann, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, veita virki, sum á onkran hátt lýkur treytirnar ella partar av treytunum fyri læruplássgóðkenning, fyribils góðkenning at taka lærling í læru.
§ 6. Góðkenning av virki sum lærupláss verður latin fyri eitt 5 ára skeið, men kann góðkenning takast upp til nýggja viðgerð.
Stk. 2. Góðkenning av læruplássi kann takast aftur, um avgerandi fyritreytir fyri góðkenningini sambært stk. 1 detta burtur.
Stk. 3. Um broytingar henda á læruplássinum eftir at góðkenning er latin, sum kunnu ávirka upplæringarumstøðurnar, samanber § 2, pkt. 1-4, hevur lærupláss skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum.
§ 7. Umsókn um læruplássgóðkenning skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Yrkisdeplinum.
Stk. 2. Yrkisnevndin fyri viðkomandi yrki samtykkir reglur og mannagongdir fyri, hvussu góðkenningin skal fara fram, herundir um sýnsmeting, brúk av kekklistum og øðrum góðkenningartilfari.
§ 8. Avgerðir, sum yrkisnevndirnar taka sambært hesi reglugerð, kunnu leggjast fyri eina kærunevnd, samanber § 23, stk. 5 í lógini.
§ 9. Henda reglugerð hevur gildi frá 4. mai 2006. Samstundis fer reglugerðin frá 1. september 2000 úr gildi.
Sáttmálapartarnir skulu útfylla alt oyðublaðið.
Vinarliga nýtið teldu ella blokkbókstavir.
Gevið gætur, at nøvn og dagfestingar mugu vera rætt skrivað.
Sáttmálin skal útfyltur og undirskrivaður sendast til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Forsíðan:
Í teiginum ”Lærupláss” verður skrivað navn á virki, gøtunavn og nummar, postnummar og bygd/býur umframt Vtal, telefonnummar og teldupostadressa. Tilskilast skal eisini hvar lærustaðið er (t.d. deild, gøtunavn og gøtunr. evt. matrikulnr.) Í teiginum ”Lærling” verður skrivað navn á lærlingi (fult navn), gøtunavn, postnummar og bygd/ býur umframt P-tal, møguligt telefonnummar og teldupostadressa. Í teiginum ”Yrkisútbúgving” skrivar tú heitið á útbúgvingini, sum lærlingurin fer undir. Tað er sera umráðandi, at útbúgvingarheitið er rætt. Er skúlagongdin í Danmark, skulu møgulig sergrein og profilur í valdu útbúgving upplýsast í teigin á fremstu síðu.
Á síðu 2, 3 og 4 eru teigarnir talmerktir og skulu fyllast út soleiðis:
1. Í teigi 1 skal upplýsast, um lærlingurin hevur lokið ávísa útbúgving eftir fólkaskúlan. Hevur lærlingur lokið SITútbúgving skal upplýsast hvørja breyt hann/hon hevur tikið. Tað verður viðmerkt í teigin ‘Lokin yrkisútbúgving’. Avrit av prógvi skal leggjast við.
2. Í teigi 2 verður upplýst, um lærlingurin hevur starvsroyndir ella ikki. Um so er, skal tað skjalprógvast á hjáløgdum fylgiskjølum.
3. Í teigi 3 verður skrivað, nær sáttmálin tekur við. Sambært ásettu reglunum kann lærutíðin í fyrsta lagi byrja tann dagin, Yrkisdepilin hevur góðkent sáttmálan. Sáttmálin skal vera Yrkisdeplinum í hendi, áðrenn lærusáttmálin kann verða góðkendur.
4. Teigur 4 er tilskilaður Yrkisdeplinum at fylla út. 5.
Í teigi 5 verður upplýst, um virkið er góðkent sum lærupláss innan yrkið, ið søkt verður um, umframt tal av yrkislærdum á virkinum. Ávísar treytir eru, ið eitt virki skal lúka sum lærupláss, har ímillum, at samsvar er millum talið av yrkislærdum og talið av lærlingum. Læruplássið skal tí upplýsa talið á yrkislærdum við somu útbúgving, sum lærlingurin fer undir. Lærlingurin, sum hesin sáttmáli fevnir um, skal íroknast talið á lærlingum.
6. Í teigi 6 verður upplýst um lønar og arbeiðisviðurskifti. Lønin, sum eitt lærupláss skal rinda lærlingi, skal vera ásett í lærusáttmálanum, og skal lønin í minsta lagi vera hon, ið ásett er í sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg. Set kross við galdandi lønarsáttmála. Er onnur avtala um lønina partanna millum, skal hon upplýsast. Set kross, hvørt lærlingurin fær serliga avtalaðu lønina ella vanligu sáttmálalønina meðan hann er í skúla.
7. Í teigi 7 verður tilskilað, um partur av læruni fer fram á øðrum virki. Sambært § 28 í lóg um yrkisútbúgvingar kann lærusáttmáli verða gjørdur við fleiri lærupláss, og skal tá gjølla tilskilast, hvørjum parti av útbúgvingini tað einstaka læruplássið hevur ábyrgdina av. Somuleiðis kann eitt lærupláss vegna avmarking í læruplássgóðkenningini hava skyldu at lata lærling taka ein verkligan part á øðrum læruplássi. Um so er, at ein partur av læruni verður tikin á øðrum virki/læruplássi, skal hetta greitt tilskilast her.
8. Í teigi 8 verður dagfest, nær sáttmálin er undirskrivaður av læruplássi og lærlingi. Lærusáttmálin er ikki galdandi fyrr enn Yrkisdepilin hevur móttikið og góðkent hann.
9. Í teigi 9 ber til at gera ávísar viðmerkingar, sum sáttmálapartarnir halda hava týdning fyri sáttmálaviðurskiftini.
10. Teigur 10 er tilskilaður Yrkisdeplinum at gera viðmerkingar
Gevið gætur!
Rindið umsitingargjaldið (kr. 3.000,-) á kontu 6460-260.005.8 í BankNordik og viðmerk navnið á lærlinginum.
Gjaldið fyri lærusáttmálan skal vera Yrkisdeplinum í hendi, áðrenn góðkendi lærusáttmálin verður útflýggjaður pørtunum.
Í lærutíðini kunnu óvæntaði viðurskifti stinga seg upp. Vit hava savnað oftast settu spurningar um hetta á hesari síðu.
Hetta er ein spurningur sum viðhvørt kemur fyri, men einki er ásett hesum viðvíkjandi í lóggávuni á økinum.
Okkum kunnugt rinda læruplássini tó í flestu førum fyri sjálvt uppihaldið.
Tú kanst eisini ringja , kjatta ella skriva til okkara.
Kjatta, ring 30 65 60 ella skriva til yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo.
Vit svara allar yrkadagar frá kl. 9-15